Vil hava samhaldsfesti

Torleif Sigurðsson heldur tað vera rætt, um peningurin frá UEFA kemur føroyskum fótbólti sum heild til góðar, heldur enn at bert feløgini í fremstu deildini fáa ágóðan av hesum

UEFA-pengar


Hóast tað nú er úti við hálvt ár síðani, at UEFA kunngjørdi, at eisini tey feløg, sum ikki luttóku í europeisku kappingunum, skuldu fáa pening, so er enn ikki gjørt av, hvussu hesin peningurin skal býtast millum føroysku feløgini.

UEFA ásetti annars, at lið í bestu deildini, sum ikki høvdu leikt seg europeiska luttøku, skuldu fáa tillutað eina ávísa upphædd. Ein upphædd, sum feløgini so skuldu nýta til ungdómsarbeiði.


Partvíst útgoldið

Tað var eisini skjótt eftir hetta, at FSF fekk útgoldið pening frá UEFA, men enn er ikki allur peningurin latin feløgunum. Higartil eru bert útgoldin 60% av upphæddini, meðan FSF fyri fyrst hevur afturhildið restini.

Orsøkirnar til hetta eru fleiri. Ein er helst, at FSF vil tryggja sær, at feløgini veruliga nýta peningin til ætlaða endamálið, nevnliga ungdómin. Tað skal ikki so stórt hugflog til at ímynda sær, at feløgini verða freistað til at nýta hetta til ungdómin, men so afturfyri at flyta ta upphædd, sum áður varð sett til ungdómin í vaksnamannadeildini. Verður hetta so, er jú lítið vunnið, tí óbeinleiðis verður peningurin tá kortini nýttur til fremsta lið felagsins.

Hetta er tó ikki tað, sum Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, sigur vera orsøkina til, at Fótbóltssambandið hevur afturhildiði teimum 40%.


Koma øllum til góðar

Torleif sigur, at hetta er fyrst og fremst gjørt, tí teir fegnir vilja hava, at peningurin frá UEFA skal koma øllum føroyskum feløgum til góðar.

- FSF hevur eina ávísa ábyrgd yvir fyri føroyskum fótbólti. Tí hava vit her roynt at víst á, hvussu peningurin kann gagnnýtast, so hann kemur øllum til góðar, heldur enn at hann verður nýttur til stuttskygdar loysnir hjá feløgunum, sum kanska hava spent seg hart fíggjarliga.

- Eisini eru vit av teirri fatan, at verður allur peningurin útgoldin feløgunum í fyrstu deild, so fer hetta at skapa ein enn størri mun millum tey og hini feløgini í landinum.

- Støðan í Føroyum í dag er soleiðis, at vit hava 20 fótbóltsfeløg. Trý teirra vinna væl av peningi, tí eru við í europeiskum høpi, og hevur hetta verið galdandi, síðani vit byrjaðu at luttaka í hesum kappingum. Verður tað soleiðis, at øll feløgini í bestu deildini verða styrkt við hesum pengum, uttan at tey næstbestu feløgini fáa nakran líknandi styrk, so fer heta at viðføra, at eitt felag, sum kemur úr næstbestu deildini, snøgt sagt ongan møguleika hevur at yvirliva, heldur Torleif Sigurðsson.

Tí heldur fotbóltsbossurin tað vera rætt, at feløgini eru solidarisk í hesum spurninginum. Hann ásannar tó, at heta júst í hesum føri kann verða ein trupulleiki.

- Øll vilja helst fegin vera solidarisk, men tá hetta merkir, at tú mást avskriva einar 50.000 kr., so eru brádliga fleiri, sum ikki vilja vera við longur.


Ikki avgjørt

Sum Sosialurin hevur skilt, so eru tað eisini fleiri feløg, sum eru ónøgd um hesa avgerð, frá FSF. Tey vilja hava peningin, sum tey meta seg hava rætt til sambært teimum treytum, sum UEFA hevur latið peningin undir.

Torleif ásannar eisini at so er, og hann leggur eisini afturat, at talan sum so ikki er um nakra avgerð frá FSF.

- Hetta er so tann hátturin, sum vit kundu hugsa okkum varð nýttur. Vit fáa sum so ikki kroyst nakað oman yvir feløgini, men eg meti ta vera stórt spell, um peningurin bert kemur fremstu feløgunum til góðar.

- Vit eiga eisini at minnast til, at UEFA í stóran mun arbeiðir undir solidariskum reglum. Hetta er millum annað fortreytin fyri, at føroysku feløgini yvirhøvur fáa somikið nógvar pengar. Tí haldi eg tað vera stórt spell, um hugburðurin er tann, at vit skulu vera solidariskir, tá tað kemur okkum til góðar, og so gloyma alt hetta, tá vit sjálvi skulu lata.

Sum sagt, so er hetta tó ikki nakað, sum FSF kann gera av einsamalt. Hetta verður nakað, sum feløgini koma at taka støðu til á fundinum, sum verður 20. januar.