Vil hava revsing aftur í fólkaskúlan

– Fólkaskúlin er einasta staðið, sum er fullkomiliga uttan revsitiltøk. Soleiðis er tað til dømis ikki í ferðsluni, á fótbóltsvøllinum og so framvegis, sigur danskur professari í pedagogikki

Í áravís hevur Niels Egelund grundgivið fyri, at danska fólkaskúlanum vantar disiplin. Og nú sigur hann beinleiðis, at revsitiløtk aftur eiga at verða partur av fólkaskúlanum.

 

Niels Egelund er professari við Danmarks Pædagogiske Universitet. Í Føroyum er hann helst meira kendur fyri hjástarvið, hann hevði í fleiri ár sum flogskipari hjá Atlantsflog.

 

Í Danmark er hann tó kendur fyri síni bersøgni sjónarmið um fólkaskúlan og um undir vísing. Tað síðsta hevur hann ført fram í eini tíðargrein í Politiken í kjalarvørrinum av einum kjaki í Danmark um fólkaksúlan, sum minnir eitt sindur um kjakið, sum hevur verið í Føroyum seinastu vikuna eftir eina klummu í Skúlablaðnum.

 

– Fólkaskúlin er einasta staðið, sum er fullkomiliga uttan revsitiltøk. Soleiðis er tað til dømis ikki í ferðsluni, á fótbóltsvøllinum og so framvegis. Tað eru revsitiltøk í skúlanum, sum eitt nú at sita eftir, burturvísing og samrøða við heimið, sigur Niels Egelund, sum eftir tíðargreinina hevur fingið nógvar illar lærarar upp á nakkan – sum eitt nú hava lagt hann undir at vera fasistur.

 

– Tað sum er hent í okkara barnasentreraða skúla, har vit leggja dent á tað heila menniskjað og uppdragilsi til fólkaræði, er, at tað er pøbilin, sum hevur tikið valdið, sigur Niels Egelund og leggur eftir anti-autoritera pedagogikkinum, sum sambært honum varð innførdur í 1960'unum og 1970'unum, sum hann gevur skuldi fyri, at fólkaskúlin søkkur lægri og lægri.

 

– Hetta byrjaði, tá lærararnir sleptu leiðsluni. Teir blivu javnir við næmingarnar – og upp á fornavn, og harvið glapp tann nátúrligi autoriteturin. Hetta er eitt skandinavist fyribrigdi. Í Onglandi og í Týsklandi, Polen ella Finnlandi er støðan øðrvísi, sigur Niels Egelund, sum kallar hesa vantandi respekt fyri ein generellan samfelagstrupulleika, tá eitt nú løgreglufólk, duravørðar og sosialráðgevarar eisini verða hóttir við harðskapi.

 

– Allur tann góði atburðurin, sum ger, at samfelagið er gott at liva í, er horvin. Okkum vantar góðan atburð og menning, sigur 68 ára gamli professarin – sum sjálvur fekk sína pedagogisku útbúgving í 1968.

 

– Tað eru foreldrini, sum eiga at læra børnini at uppføra seg ordiligt, men um foreldrini ikki megna uppgávuna, mugu vit sum professionell taka uppgávuna á okkum, sigur Niels Egelund, sum vísir á, at manglandi disiplinin gongur út yvir tey veikastu børnini í fólkaskúlanum.

 

---

 

Hóast hetta málið einki hevur við klummuna hjá Rudi Heinesen í Skúlablaðnum at gera, so ber til at hoyra samrøðu á Rás2 við Rudi Heinesen við at trýsta á pílin undir myndini.