Stjórin í Landsverki, Oyvindur Brimnes, sigur, at teir hava sett gravimaskinuna við útkoyringina á Sandvíkarhjalla fyri at steðga arbeiðnum og á henda hátt fáa eina reaktión frá arbeiðstakaranum. Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverk, heldur, at arbeiðið hjá fjarhitafelagnum á vegnum til Havnar hevur tikið alt ov langa tíð. Landsverk hevur tí sett eina gravimaskinu við útkoyringina á Sandvíkarhjalla fyri at fáa eina reaktión frá arbeiðstakaranum.
- Arbeiðið hjá fjarhitafelagnum hevur í langa tíð verið til stóran ampa fyri ferðsluna, sum koyrir til og frá Havnini. Arbeiðið hevur eisini drigið alt ov nógv út. Vit hava tí valt at seta eina maskinu við útkoyringina á Sandvíkarhjalla fyri at steðga arbeiðnum, og á henda hátt fáa eina reaktión frá arbeiðstakaranum.
Oyvindur Brimnes heldur, at tíðin er komin at geva fólki betri kor at koyra eftir vegnum til Havnar, og tí má gongd koma á arbeiði hjá fjarhitafelagnum.
Gravimaskinan, sum Landsverk hevur sett við útkoyringina á Sandvíkarhjalla, hevur staðið í fleiri dagar, og hon hevur verið til stóran ampa fyri bilførar, sum skulu út av Sandvíkarhjalla. Oyvindur Brimnes sigur, at gravimaskinan ikki verður standandi leingi afturat.
- Maskinan fer neyvan at standa so leingi afturat. So skjótt sum Landsverk hevur fingið samskifti í lag við arbeiðstakaran, verður gravimaskinan flutt.