Vil hava oyggjaleikirnar aftur til Føroya

Tað undrar Kristinu Háfoss, at landsins myndugleikar ikki gera meiri fyri at fáa oyggjaleikirnar til Føroyar

 

Tað er undarligt, at landsins myndugleikar ikki gera meiri fyri at skapa fyritreytirnar fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, í rættlag.

 

Tað sigur Kristinu Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og tí vil hon nú hava at vita frá løgmanni, sum eisini er verji hjá ítróttinum, hvat ætlanin er at gera fyri at fáa oyggjaleikirnar aftur hendavegin-

 

Í hesum sambandi spyr hon, hví umsóknin um, at Oyggjaleikirnir skuldu vera í Føroyum í 2019, varð tikin aftur, og hvat landsstýrið gjørdi fyri at sleppa undan at umsóknin varð tikin aftur.

 

Hon vil eisini hava at vita, hví ongin umsókn verður latin inn fyri at fáa Oyggjaleikirnir til Føroyar í 2021

 

Løgtingskvinnan vil eisini hava løgmann at greiða frá, hvørjar íløgur skulu til fyri, at Oyggjarleikirnir fáast til Føroya í 2021?

 

Kristina Háfoss sigur, at sum skilst vóru hini oyggjaleikalondini til reiðar at lata Føroya hýsa leikunum í 2019.

 

- Men tíverri mátti ÍSF í seinastu løtu taka umsóknina aftur, um at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019, tí fyritreytirnar vórðu ikki fingnar uppá pláss. Hetta var eitt vónbrot fyri nógv at ein gyltur møguleiki glapp føroyingum av hondum.

 

Nú er so aftur møguleiki at leggja inn umsókn um, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021.

 

- Freistin at lata umsóknina inn til oyggjaleikafelagsskapin er í september í ár, men hóast samgongan nú hevur havt eini tvey ár, síðan umsóknin um Oyggjaleikir í 2019 varð latin inn og tikin aftur, eru fyritreytirnar framhaldandi ikki fingnar uppá pláss.

 

- ÍSF hevur alment boðað frá , at ongin umsókn verður latin inn um at fáa Oyggjarleikirnar til Føroya í 2021 heldur.

 

- Hetta átti annars verið eitt mál, ið vit øll vóru samd um at standa saman um, og at fremja Føroyum at frama, sigur Kristina Háfoss.

 

Ítróttarliga er talan um eina stóra og spennandi avbjóðing, men eisini fyri ferðavinnuna, er sjálvsagt at Oyggjaleikirnar henda vegin, heldur hon.

 

- Á Oyggjaleikum í Jersey í summar vænta tey eini 3.000 ítróttarfólk og eini 1.000 leiðarar og hjálparfólk. Hetta sigur ikki so lítið um týdningin av Oyggjaleikunum, sum eisini eru millum størstu ítróttartiltøk í Evropa í 2015, sigur Kristina Háfoss.