<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Herfyri komu javnstøðunevndin og nevndin, sum virkar fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, við tí uppskoti, at tingmenn víkja sætið á Løgtingið í tvær til fýra vikur fyrst í komandi ári og lata kvinnuligir varalimirnar taka sætið á tingi ístaðin.
Og nú vil Heidi Petersen, løgtingskvinna, hava at vita, hvat løgmaður heldur um hetta og um hann ætlar at virka fyri, at tað verður sett í verk.
Tað verður í Løgtinginum í morgin, mikudagin, at Løgmaður skal greiða tingfólki frá síni støðu til hetta mál.
Men Heidi Petersen vil eisini hava Løgmann at greiða frá um hann heldur, at javnstøðupolitikkurin hjá samgonguni er nøktandi.
Í hesum sambandi sigur løgtingskvinnan, at landsstýrismaðurin í javnstøðumálum hevur alment boðað frá, at hann onki fer at gera við uppskotið.
Og hon vil eisini hava at vita um Løgmaður góðtekur, at landsstýrismaðurin í javnstøðumálum ikki á nakran hátt tekur undir við endamálinum í javnstøðulógini, sum hon tekur til.
Heidi Petersen sigur, at ein grundgeving fyri uppskotinum hjá javnstøðuenvndini og nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, er, at mannfólkini á tingi fáa alla umrøðuna og allar møguleikarnar at vísa sínar dygdir. Og av tí sama er ójavnstøðan á tingi sjálvforstyrkjandi, og tí eiga vit at byrja eina góða kringrás við kvinnum á tingi.
Men ein onnur grundgeving er, verður uppskotið sett í verk, sær Føroya Fólk, at tað ber til hjá kvinnum at umboða veljaran á tingi og gera seg galdandi í øllum málum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$










