Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og í samferðslumálum, eigur at kanna um príshækkingarnar eru natúrligar. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Nú Løgtingið viðgerð uppskotið um at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall, havur Landsverk upplýst, at hesi seinastu fáu árini, eru prísirnir fyri at gera tunlar, munandi hækkaðir.
Í roynd og veru eru prísirnir fyri at gera tunlar, hækkaðar yvir 30 milliónir fyri hvønn kilometur hesi seinastu fáu árini.
Viðareiðistunnilin, sum var liðugur í 2016, kostaði 62, 7 milliónir fyri hvønn kilometur, Hvalbiartunnilin, sum verður liðugur tíðliga í vár, kostar 80,2 milliónir fyri hvønn kilometur. Eftir ætlan verða tunlarnir Norður UM Fjall lidnir í 2024 og teir fara at kosta 95,5 milliónir fyri hvønn kilometur.
Aksel V. Johannesen sigur, at tað er ein prísvøkstur upp á 50 prosent upp á átta ár, og hann heldur at tað er rættiliga nógv. Hann vísir á, at í hesum sama tíðarskeiði eru lønirnar hækkaðar eini 20 prosent, so prísirnir fyri at gera tunlar eru hækkaðir nógv hægri enn lønarvøksturin er.
Hann ásannar eisini, at trygdarkrøv, og onnur krøv, eru herd hesi árini, men samstundis mennist teknikkurin alla tíðina, soleiðis at upp á seg er tað bíligari at bora tunlar nú.
Tí heitir hann á Landsstýrismannin at kanna prísvøksturin fyri at vera um talan er um ein rímiligan prísvøkstur, sum kann forsvarast. Men er tað ikki ein góð forkláring upp á prísvøksturin, kann tað vera eitt tekin um, at tað er ov lítil kapping á økinum og at prísirnir tí eru hægri enn teir áttu at verið.
Hann heldur, at hetta eru viðurskifti, sum eiga at verða kannað, áðrenn fleiri tunlar verða bjóðaðir út fyri at tryggja, at vit fáa sum mest fyri skattgjaldarans pening. Men hann legði kortini dent á, at hann hugsaði ikki um at útseta tunlarnar Norður um Fjall til úrslitið av eini slíkari kanning fyriliggur, men hann hugsar um teir tunlar, sum skulu gerast aftan á tunlarnar Norður um Fjall.