Vil hava Høgna at svara um uppboðssølur

Jørgen Niclasen spyr, um landsstýrismaðurin vil útiloka ávís reiðarí frá framtíðar uppboðssølum

Nú vit nærkast einum løgtingsvali er einki sum týðir uppá, at stríðið um nýggju fiskivinnulóggávuna fer at slaka. Tá munnligir fyrispurningar eru á skránni í løgtinginum í morgin skal landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, enn einaferð svara spurningum um uppboðssøluna.


Hesaferð er tað Jørgen Niclasen, formaður fyri Fólkaflokkin og fyrrverandi landsstýrismaður í m.a. fiskivinnumálum, ið vil hava landsstýrismannin at útgreina ymiskt, ið landsstýrismaðurin hevur sagt við miðlarnar viðvíkjandi uppboðssøluna.


- Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevur í miðlunum boða frá, at hann ikki var nøgdur við seinastu uppboðssølurnar av fiskirættindum. Hann gjørdist kløkkur av, at tey sterku reiðaríini høvdu hægsta boð og keyptu fiskirættindini á uppboðssøluni, skrivar spyrjarin millum annað í spurninginum, ið hann hevur sent fjølmiðlunum.


Tí vil hann hava landsstýrismannin at svara, um hann hevur ætlanir um at útiloka ávís reiðarí frá at bjóða á uppboðssølu av fiskirættindum. Og um so er, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at fremja tí broyting.