Á tingfundinum í morgin skal tingið gera av, um Bjørn Kalsø skal svara einum fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen um læruplass og praktikkpláss í almenna geiranum innan matvøruyrkið.
Hon spyr:
1) Hvussu nógv læru/praktikkpláss eru í almenna geiranum innan matvøruyrki, býtt á greinar so sum almannaøkið, eldraøkið, dagstovnar (barnaansing) og heilsuøkið?
2) Arbeiðir landsstýrismaðurin við at útvega fleiri lærupláss?
3) Hvørji krøv eru til starvsfólk, ið gera mat á stovnum innan tað almenna (økini nevnd í spurningi 1) eitt nú viðvíkjandi útbúgving?
4) Hvussu eru reglurnar um samsýning til næming og praktikkvegleiðara, tá ið næmingur fer í praktikk ?
5) Hvørjar reglur eru viðvíkjandi stytting av lærutíð?
Eyðgunn Samuelsen vísir á, at samgongan hevur tosað nógv um at útvega fleiri lærupláss innan tað almenna. Ein aspirantskipan er ávegis innan maritimu útbúgvingarnar.
– Samstundis hava vit fingið útbúgvingar, millum annað innan matvøru, har næmingurin antin kann fara í læru ella, um hann tekur eina styttri útbúgving sum til dømis gastronomhjálpari, skal í praktikk fyri at standa útbúgvingina, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon vísir eisini á, at gastronomhjálparaútbúgvingin er ætlað til matvøruvinnuna sum heild. Hugsað er eisini, at henda útbúgving vendir sær til allar almennar stovnar, har matur er ein partur av tænastuni. Tað hevur alstóran týdning, hvat góðsku maturin, ið okkara børn, eldru og sjúku fáa, hevur. Tað hevur týdning at læra góðar matvanar og tilvitan um heilsugóðan kost.
– Menningin innan ferðavinnuna og tað fokus, ið er á mati úr norðurhøvum, er eisini við til at økja tørvin á fólki við útbúgving innan matvøru. Rákið í dag hevur við sær eitt stórt fokus á heilsugóðan kost, at vit gagnnýta alla okkara rávøru, eins og tað serstøku føroysku matmentanina, sigur tingkvinnan.
Hon sigur, at útbúgvingar innan matvøruøkið hava áhuga hjá ungdóminum, og at tað eisini sæst eisini aftur í stóru tilgongdini til útbúgvingina.
– Hesi fimm árini, síðan útbúgvingin var sett á stovn, hava umleið 60 fólk søkt um upptøku á hvørjum ári, hóast skúlin bert hevur játtan til at taka 24 næmingar upp eina ferð um árið. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at ætlanin er at víðka tilboðini innan matvøruyrkið við at fara undir kokka- og føðsluatstøðingaútbúgving í næstum. Tí hevur tað stóran týdning, at talið av læru- og praktikkplássum fylgir við talinum av útbúgvingarplássum, sigur hon.
Hon sigur eisini, at viðvíkjandi tí at fara í praktikk í ávíst tíðarskeið, so eru fleiri aðrar útbúgvingar, so sum námsfrøðingur, heilsuhjálpari og heilsurøktari, ið eisini hava krav um praktikk fyri at standa útbúgvingina. Í hesum útbúgvingum er praktikktíðin ein partur av skúlagongdini á tann hátt, at næmingarnir fáa lestrarstuðul, bæði tá ið tey eru í skúla, og tá ið tey eru í praktikk.
– Eg kundi hugsað mær, at sama skipan hóskaði væl til matvøruútbúgvingarnar, sigur hon.