Løgtingskvinna vil hava greiði á um koronupass er ólógligt

Løgmaður skal aftur svara fleiri spurningum um koronupass

Løgmaður skal nú aftur standa til svars í Løgtinginum fyri avgerðina um at seta skipanina við koronupassi í gildi. Tað er Hanna Jensen, sum hevur sæti á tingi fyri Framsókn, sum nú hevur sett honum fleiri spurningar um koronupass, sum hann skal svara upp á um nakrar dagar.

 

Hanna Jensen vil hava at vita, hví koronukassið er sett í gildið og um nøkur  prógv eru um, at tað tálmar smittuni, og um tað er effektivari enn koronukanningar.

 

Hanna Jensen spyr eisini um tað yvirhøvur er lógligt at privatfólk verða kravd eftir at upplýsa viðkvæmar upplýsingar, so sum kanningarúrslit og koppseting, fyri at sleppa at vera við í almennum og privatum tiltøkum?

 

– Hava almennir og privatir arbeiðsgevarar í Føroyum heimild at krevja upplýsingar um heilsustøðuna hjá sínum starvsfólki við koronupassi, sum treyt fyri at kunna møta til arbeiðis ella fáa eitt arbeiði. Og ætlar løgmaður at tryggja teimum, sum ikki ætla at koronupass, frítt at ferðast og virka í samfelagnum, vil hon hava greiði á.

 

Hanna Jensen vil eisini hava at vita um løgmaður ætlar, at tryggja, at minnilutin av føroyingum, sum ikki eru koppsettir fyri koronu, framvegis kann virka frítt í føroyska samfelagnum ?

 

Hon sigur, at tað skilst, at koronupassið elvir til fleiri spurningar, enn tað svarar uppá, eitt nú um dátutrygd, viðkvæmar heilsuupplýsingar, rættartrygd hjá føroyingum, og annað.

 

– Av tí at løgmaður, og sitandi landsstýri, gjørdu púra greitt, at koppseting fyri koronu er frítt val, hava ivamál nú tikið seg upp. Mong uppliva, at koronupassið leggur eitt serligt trýst á tey, sum longu eru undir trýsti, sigur løgtingskvinnan.

 

– Íslendski smittu-landslæknin, Þórólfur Guðnason, skrivar so seint sum um vikuskiftið, at eingin heilsufaklig orsøk er at gera mun á koppsettum og ókoppsettum, sum koronupassið er dømi um, sigur Hanna Jensen.