Vil hava greiði á rættindum hjá samkyndum í Føroyum

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, vil nú hava greiði á, hvørji rættindi, samkynd hava í Føroyum.

Hósdagin gjørdi Fólkatingið av, at samkynd í Danmark skulu hava somu rættindi at giftast sum hinkynd.

Hetta hevur við sær, at samkynd nú kunnu giftast í kirkjum, og annars at giftarmál í millum samkynd eftir ætlan fara at hava somu rættarfylgjur í Danmark sum giftarmál millum mann og kvinnu.

Í Føroyum hava samkynd hvørki rættindi til at giftast ella til skrásett parlag.

Tí vil Sjúrður Skaale hava at vita frá Karen Hækkerup, sosial- og integratiónsráðharra, hvussu rættarstøðan hjá samkyndum, sum eru gift í

Danmark, verður, um tey flyta til Føroya.

Freistin at svara nevndarspurningum er 4 vikur.