Vil hava greiði á donskum stuðli til føroyskar flokkar

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, hevur sett fram ein skrivligan fyrispurning í løgtinginum, – stílaður til Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmann. Ríkisumboðsmaðurin kann svara slíkum spurningum í løgtiginum, um hann vil. Er spurningur stílaður til landsstýrisfólk, skal løgtingið gera av, um tey skulu svara. Ríkisumboðsmaðurin ger sjálvur av, um hann svarar.

 

Spurningurin frá Kára P. Højgaard er í trimum:

 

1. Kann ríkisumboðsmaðurin stutt nágreina galdandi reglur fyri, at ein politiskur flokkur í Føroyum kann fáa fíggjarligan stuðul/blokkstuðul frá statinum?

 

2. Koma pengarnir av sær sjálvum eftir fólkatingsval, ella er neyðugt at søkja Indenrigsministeriet um at fáa pengarnar útgoldnar?

 

3. Kann ríkisumboðsmaðurin upplýsa, hvat teir einstøku politisku flokkarnir árliga hava fingið útgoldið síðan 1998?

 

– Føroyar hava til fólkatingsval grundlógartryggjaðan rætt at velja tveir limir til Fólkatingið. Teir flestu politisku flokkarnir hava brúkt teirra rætt at luttaka í tí danska fólkatingsvalinum. Sjálvandi hevur tað við sær ein ávísan kostnað at luttaka, sigur Kári P. Højgaard í viðmerking til spurningini.

 

Men tað sum hann heldur vera áhugavert at fáa greiði á í hesum samband er, í hvønn mun stuðulin í roynd og veru rindar hesar útreiðslur, og harnæst um stuðulin er ætlaður eisini at rinda aðrar útreiðslur, sum ikki beinleiðis viðvíkja valinum.

 

– Tað má eisini haldast at vera viðkomandi at fáa at vita, hvørjar møguleikar teir valdu fólkatingslimirnir hava fyri at fáa stuðul/tilskot til teirra politiska arbeiði, og eisini hvørjar serstakar fyrimunir hesin stuðulin møguliga hevur við sær fyri tey viðurkendu valevnini, sæð í mun til onnur mótvalevni, sum stilla upp til fólkatingsval, sigur Kári P. Højgaard.

 

Upplýsast kann, at føroysku flokkarnir fáa stuðul frá fólkatinginum. Stuðulin er verður latin eftir stødd – men flokkar, sum hava færr atkvøður enn eitt vist, fáa ongar danskar pengar. Hesum fæst greiða á, tá og um ríkisumboðsmaðurin fer at svara spurningunum.