Tað er ikki væntandi, at tað verður í bræði, at vegurin til Selatraðar verður gjørdur.
Tað er skilligt, nú Henrik Old, landsstýrismaður, hevur greitt løgtinginum frá, hvussu verður við vegnum til Selatraðar, sum er bæði smalur og langur.
Tað var Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum vildi hava landsstýrismannin at greiða frá, hvat ætlanin er at gera við Selatraðarvegin, sum er 10 kilometrar langur, og eisini rættiliga smalur fyri tað mesta.
Henrik Old sigur, at nær hann verður gjørdur veldst alt um, hvussu stóra upphædd Løgtingið er sinnað at játta til endamálið. Men tað, sum nú liggur í kortunum, er, at ein hálv millión verður játtað til Selatraðarvegin næsta ár og aftur tvær milliónir í 2019. Hann sigur, at Landsverk fer at gera nakrar ábøtur fyri ta upphæddina.
Men tað er einki nýtt, at peningur ikki verður settur av til Selatraðarvegin, tí í árunum frá 2005 til 2014, vórðu bara einar 5,6 milliónir krónur brúktar upp á vegin.
Men Henrik Old sigur samstundis, at hann hevur eisini biðið Landsverk kanna møguleikan um at fáa grót úr Eysturoyartunlinum til at gera Selatraðarvegin við.
– Tað hevði verið skilagott at brúkt grót úr Eysturoyartunlinum til gjørt Selatraðarvegin við, og til at breiðka hann við, samstundis sum tunnilin verður boraður. Tað hevði gjørt vegin eitt sindur bíligari at gera, leggur hann afturat.
Annars hevur Landsverk skotið upp at vegurin verður breiðkaður til ein smalan tvíbreytaðan veg, og annars at gera góð víkipláss, har tað er kostnaðarmikið at gera vegin tvíbreytaðan. Í 2012 varð tað mett at kosta 50 milliónir krónur.
Landsstýrismaðurin sigur, at í farnu viku var hann á fundi við Landsverk og Sjóvar kommunu og har var semja um at um finna eina munagóða loysn á Selatraðarvegnum.
– Vónandi ber til at fáa játtanir til vega til at gera dagføringar, sum muna, á Selatraðarvegnum, sigur Henrik Old.