Fleiri staðni kring landið eri umbúna at byggja nýggja kirkju. Men ætlanirnar draga út, tí loyvi fæst ikki at fara undir arbeiði.
Og nú skal Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, frá, hvussu tað ber til.
Tað er Rodmundur Nielsen, tingmaður, sum hevur spurt hann, nær tað er væntandi, at Mentamálaráðið fer at játta kirkjuráðum, sum ætla at byggja nýggjar kirkjur, loyvi til tað.
Hann vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin hevur nakrar ætlanir um at gera serskipanir at byggja nýggjar kirkjur eftir, fyri at fáa gongd á, har tørvur er á tí.
Og somuleðis skal Bjørn Kalsø eisini greiða frá, nær hann ætlar at hava eina greiðari skipan fyri kirkjubygging?
Rodmund Nielsen sigur, at nú kirkjan er yvirtikin, eiga vit sjálvandi at gera skipanir, sum eru til gagns fyri tey øki, sum hava tørv á nýggjum kirkjum, og sum ætla at fara undir kirkjubygging.
- Tað eru fleiri prestagjøld, sum hava havt ætlanir um at byggja nýggja kirkju, men sum bíða eftir svari frá myndugleikanum, fyri at fáa sett gongd á hesar verkætlanir
Tað eru serliga nøkur øki í landinum, har stórur tørvur á nýggjari kirkju, men tey bíða eftir eini tíðarætlan og eini niðurstøðu frá Mentamálaráðnum. Onkur av hesum økjum hava bíðað í fleiri ár.
Rodmundur Nielsen nevnir sum dømi, at bæði á Argjum, á Glyvrum og í Kollafirði, eru heilt ítøkiligar ætlanir um at byggja nýggja kirkju.
Hetta eru øki í landinum, har kirkjan er ein týðandi savningardepil, og har nógv fólk savnast um kirkjuna. |