Vil hava glið á orðaskifti um sáttmálan við Russland

Tað kann ikki passa, at vit ikki kunnu fáa at vita, hvøt grundarlagið er undir sáttmálanum við Russland.

 

Myndir: Álvur Haraldsen

Tað segði Sjúrður Skaale, tá kanningin hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi varð løgd fram í Løkshøll í Runavík seinnapartin.

Hann segði, at hann – eins og Sosialurin eisini gjørdi herfyri – bað um innlit í frágreiðingina, sum embætisfólk gjørdu fyri landsstýrið, og sum skuldi hjálpa politikarunum at taka støðu.

Men eins og Sosialurin, so fekk hann innlit í frágreiðingina, har fleiri síður vórðu meiggjaðar út við svartari týssj. Hann fekk svarið sendandi, sum Løgmansskrivstovan áður hevði sent Sosialinum.

Sambært kanningini hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, so kunnu Føroyar vinna út við 400 milliónir krónur meira, um avtalan verður uppsøgd, og føroysk skip veiða svartkjaftin, sum russarar veiða í føroyskum sjógvi.

 

##med2##

Hans Ellefsen, sum gjørdi frágreiðingina fyri undanfarna landsstýrið, og sum er loynilig fyri almenningin, sigur at talið í frágreiðingini er ov høgt, og at hann ikki trýr upp á tað. Hann sigur hinvegin, at fiskiveiðuavtalan stendur nøkulunda upp og niður.

Til tað segði Sjúrður Skaale við Kringvarpið, at hann fegnast, um kjak nú fæst um hesi viðurskifti, sum higartil eru farin fram í duldum. Hann ynskir eitt opið kjak um málið.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

Myndir: Álvur Haraldsen

Undanfarna landsstýrið noktaði gott nokk ikki Sosialinum innlit í frágreiðingina um russlandssáttmálan. Men embætisfólk høvdu gjørt so nógv um seg við tussjunum, at alt, sum hevði týdning, varð strikað út – sum myndin omanfyri vísir