Kári P. Højgaard er so misnøgdur við, at hann var skúgvaður til viks, tá ið fiskidagarnir vórðu viðgjørdir, at hann nú vil hava formansskapin í Løgtinginum at siga sína hugsam.
Tá ið fiskidagarnir vóru til viðgerðar, varð málið ikki beint í vinnunevndina, sum tað altíð hevur verið vanligt.
- Flokkarnir, sum samtyktu at skerja fiskidagarnar, hildu, at málið hevði so stóran týdning, at tað mátti til viðgerðar í eina serliga nevnd, heldur enn í vinnunevndina, sum slík mál plaga at verða viðgjørd í, sigur Kári P. Højgaard.
- Hetta er rættiliga margháttligt, slíkar sernevndir verða vanliga bara settar í heilt serstøkum førum.
Men tað endaði so við, at flokkarnir valdu floksformenninar, ella formannin í tingmanningina, í nevndina.
Men teir fýra stóru flokkarnir gjørdu kortini av seta limir sínar í vinnunevndina at viðgera málið.
Einasti flokkur, sum ikki læt limin í vinnunevndini slappa upp í part, var Kári P. Højgaard.
Hann duldi ongantíð fyri, at hann tók ikki undir við ætlanini at skerja fiskidagarnar og hann heldur, at hetta var einasta orsøk til, at hann varð skúgvaður til viks.
Men nú vil hann hava at vita um formansskapinum í Løgtinginginum heldur, at framferðin var í lagi.
Hann vil eisini hava at vita um formansskapurin heldur, at tað var ílagi at velja eina nevnd upp á kvamsvím, men at flokkarnir síðani kortini lótu varalimirnar, sum vóru í vinnunevndini, viðgerða málið.
Hann vil eisini hava at vita, hvør meiningin er við vinnunevndum, og øðrum føstum nevndum, tá ið slík mannagongd verður brúkt.
Hergeir Nielsen sigur, at formansskapurin fer at svara Kára P. Højgaard. Men hann hevur áður svarað í Løgtinginum, at tað var Løgtingið, sum vildi hava málið í eina serliga nevnd og tað kundi hann ikki seta seg ímóti.