Vil hava fleiri grønlendskar yvirmenn

Hans Enoksen, grønlendski fiskimálaráðharrin, ætlar nú, at fleiri yvirmenn á grønlendskum trolarum skulu verða grønlendingar.

 

Í løtuni er markið 60% av yvirmonnum skulu verða grønlendingar, og øll manningin á dekkinum skulu verða grønlendingar.

 

Um Hans Enoksen fær sítt ígjøgnum, so verða tað upp til 90% av yvirmonnum verða grønlendingar. Tað sigur Enoksen við Sermitsiaq.

 

Málið er at fáa uppskotið klárt í ár og eisini viðtikið í ár, men enn er eingin almenn fráboðan frá grønlendsku stjórnini komin hesum viðvíkjandi.