Vil hava ein rimmar arbeiðaradag í Havn

Einasta rætta var at øll verkafólk í Landinum hátíðarhelt altjóða arbeiðaradagin við einum rimmar hátíðarhaldi í Havn

Eg haldi, at vit áttu at havt eitt rimmar maihald í Havn fyri øllum verkafólkum í landinum.

 

Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.

 

Í dag er fyrsti mai, sum er altjóða arbeiðaradagur. Fyrr varð dagurin hátíðarhildin víða hvar í landinum við skrúðgongu, røðum, sangi og tónleiki. Men okkum kunnugt verða bara tvey hátíðarhald í ár, annað er í Havn og hitt er í Vestmanna.

 

Tað er heldur ikki øll verðin av fólki ið hirðir at møta upp at halda altjóða arbeiðaradagin.

 

Og Hans Joensen heldur heilt avgjørt, at tað einasta rætta hevði verið at havt eitt landsumfatandi maihald í Havn, har verkafólk úr øllum landinum kundi savnast at hátíðarhildið altjóða arbeiðaradagin.

 

Hann sigur, at hann hevur borið tað upp á mál við onnur fakfeløg fleiri ferðir, men ongin hevur latið við seg koma.

 

Formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag er vísur í, at tað so hevði komið nógv meiri fólk, og sostatt hevði tað eisini givið hátíðarhaldinum størri tyngd.

 

Tað er fínasta slag at halda røður og spæla hornmusikk. Men við einum felags maihaldi, hevði eisini borið til at hava onnur tiltøk, tað kundi verið fyrilestrar, tónleikur, ella, hvat tað kundi verið, sum hevði áhugað hjá fólki

 

Les eisini: Halda dagin á Reyða Torginum í Vestmanna

 

– Tað kundi verðið ein rættiliga hugnaligur og góður dagur, heldur hann.

 

Hans Joensen heldur, at summi fólk hava lyndi til at halda, at góðu umstøðurnar, sum eru á arbeiðsmarknaðurin, eru komin mestsum av sær sjálvum.

 

 

Les eisini: Synir gamlar legendur skulu halda røðu

 

 

Men tað eru tey ikki, tey eru bara komin tí at fakfeløg hava barst fyri tí, sigur hann. Og hann heldur eisini, at fólk eiga at gera sær greitt, hvussu stóran týdning tað hevur at vit hava fakfeløg, sum kunnu halda fast um hesi rættindi, sigur Hans Joensen.