Tað er ikki nøktandi, at føroyskir sjúklingar, sum verða sendir til serviðger í Keypmannahavn, verða sendir á ymisk hotell í Keypmannahavn at gista.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Hann sigur, at tað verða sendir so nógvir sjúklingar úr Føroyum til Danmarkar, at tað hendir seg meiri enn so, at Hotell Tórshavn er fullsett. Og tí hevur verið neyðugt at senda sjúklingar úr Føroyum á onnur hotell í Keypmannahavn at gista ímeðan tey eru í Danmark í sjúkuørindum.
Hann heldur, at umframt at hýsa sjúklingum, tænir Hotell Tórshavn eisini øðrum endamálum.
– Sjúklingahotellið er eisini ein sosialur miðdepilfyri sjúklingar og teirra avvarðandi, har tey møtast og práta saman, sigur hann.
Tí er tað óheppið, at tað er so fult, at tað, viðhvørt verður neyðugt at senda føroyskir sjúklingar á onnur hotell at gista, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hann nú fer at fáa umsitingina í heilsumálaráðnum at útgreina tørvin á einum sjúklingahotelli í Keypmannahavn hesi næstu 10-15 árini.
Hann sigur, at tá ið tað arbeiðið er liðugt, verður tað lagt fyri landsstýrið.
Hesi seinastu árini hevur føroyska heilsuverkið fingið alsamt fleiri viðgerðir til Føroya, og tað skuldi so minka um talið á sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar til viðgerar.
Men gongdin er tvørtur ímóti tann, at talið bara økist, og nú verða so nógvir sjúklingar sendir til Danmarkar, at heilsuverkið hevur 100 setur í flogførunum hjá Atlantsflog til taks – um vikuna.
Samstundis hevur samgongan lovað í samgonguskjalinum, at allir sjúklingar, ið verða sendir av landinum, skulu hava rætt til fylgjara og tað fer at leggja enn størri trýst á sjúklingahotellið.
Hvat úrslitið av politisku viðgerðini endar við, dugir Kaj Leo Holm Johannesen ikki at siga, men hann sigur, at tað verður neyðugt at taka spurningin upp um viðurskiftini hjá teimum sjúklingum í Føroyum, sum verða sendir til Keypmannahavnar til serviðgerð.
Men samstundis verður møguleikin eisini kannaður fyi at brúka sjúkrahús í øðrum londum í teimum førum, har viðgerðirnar eru betri har enn í Danmark.










