Vil hava at vita hvat ætlanin er at gera við Strandferðsluna

Jørgen Niclasen, landssýrismaður í samferðslumálum, skal nú greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur við Strandferðsluni

Í løtuni eru tað ikki øll øki í landinum eru javntsett hvat ferðasambandi og øðrum tænastum, viðvíkur.

Tað heldur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Tað er serliga Strandferðslan, hann hugsar um, og nú hevur hann tískil biðið Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur við Strandferðsluni.

Í hesum sambandi vil hann hava Jørgen Niclasen at greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur fyri at loysa teir trupulleikar, Strandferðslan er komin i av tí at skipini eru so gomul og uppslitin.

Han vil eisini hava at vita um Strandferðslan fær nakra játtan næsta ár til at útvega nýggj skip fyri og um nøkur langtíðarætlan annars er løgd fyri at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni.

Johan Dahl sigur, at ferðasambandið er rættiliga óstøðugt og í løguni eru eingi útlit fyri, at støðan fer at batna, heldur tvørturímóti.

Tað óstøðuga ferðasambandi er í mestan mun av tekniskum brekum á ferjum og skipum og av tí at skipini eru so gomul, at tey krevja nógvar ábøtur alla tíðina

– Tað er tíverri nógv, sum bendir á, at Strandferðslan politiskt verður niðurraðfest, bæði tá talan er um rakstur og íløgur, sigur Johan Dahl.

Hann sigur, at hetta sæst við tað, at ongar nýíløgur verða gjørdar. Og tað hann veit, eru heldur ongar ítøkiligar ætlanir um nýíløgur, har peningur er settur av á fíggjarlógini.

– Leiðslan á Strandferðsluni hevur upplýst, at skulu tær styttru farleiðirnar fáa tíðarhóskandi skil, er brúk fyri 280-300 milliónum til endamálið.

– Strandferðslan skal vera við til at knýta øki og oyggjar saman í eitt landsumfatandi samferðslukervi. Men fleiri at skipunum rigga so illa, at tað gongur út yvir trivnaðin og møguleikarnar at búleikast í hesum økjum uttan fast samband, sigur hann.