Vil hava at vita hvar uppsøgd starvsfólk flóta

Jørgen Niclasen skal nú greiða Løgtinginum frá, hvussu støðan er hjá starvsfólkunum hjá Atlantsflogi, sum vórðu søgd úr starvi í kjalarvørrinum á koronu

Tá ið korona rakti okkum við fullari megi, var flogferðslan ein av teimum vinnunum, sum vórðu eina harðast raktar, tí fólk sluppu ikki at ferðast ímillum lond. Eisini Atlantsflog varð so hart rakt, at fleiri starvsfólk vórðu søgd úr starvi, bæði flogskiparar, mekanikarar, flogternur, og onnur.

Men nú hevur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, hvussu er vorðið við teimum.

– Hevur Atlantsflog borið so í bandi, at tey uppsøgdu starvsfólkini hava havt møguleika at fingið endurnýggjað tey ymisku loyvini, sum krevjast fyri at varðveita teir førleikar, sum skulu til fyri at røkja størvini, spyr hon.

Hon vil eisini hava at vita um ætlaniner at seta nøkur av teimum aftur í starv, nú flogferðslan væntandi tekur seg upp aftur, so hvørt sum alsamt fleiri verða koppsett.

Sirið Stenberg vísir á, at Atlantsflog fekk eina eykajáttan upp á 100 milliónir úr landskassanum fyri jól tí at fíggjarstøðan var so vánalig.

Tá hevði Atlantsflog longu sagt fleiri starvsfólkum upp, tí flúgvingin var løgd næstan heilt lamin, so tá ið Løgtingið samtykti at lata Atlanfsflogi 100 milliónir, reistu tingfólk hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, spurningin um ta støðu, tey uppsøgdu starvsfólkini vóru í.

Tá varð víst á, at tað kostaði Atlantsflogi einar 500.000 krónur at lata flogskiparar, mekanikarar, og kanska aðrar starvsbólkar við, fáa møguleika at taka tey skeið, og annað, sum eru neyðug fyri at tey kunnu varðveita loyvið at vera til arbeiðis.

Umboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum mæltu til, at hetta varð gjørt, og tað er eisini upplýst, at SAS, og onnur útlendsk flogfeløg, sum eru í somu støðu, hava, latið starvsfólkið verið á teimum neyðugu skeiðunum fyri at varðveita loyvini at arbeiða.

Tí vil Sirið Stenberg hava at vita, hvussu støðan er hjá teimum uppsøgdu starvsfólkunum hjá Atlantsflogi.

– Vónandi er koronukreppan við at hæsa av, og flogferðslan, so at eisini flogferðslan er í ferð við at taka seg uppaftur. Tá kann tað vera ein fyrimunur at hava starvsfólkini tøk aftur, og at tey hava tey skeið, ið krevjast fyri at tey kunnu taka arbeiðið upp aftur, sigur Sirið Stenberg.