Vil hava at vita, hvør hevur gjørt uppgávurnar

Føroya Lærarafelag kannar um tað kann fáa innlit í, hvør hevur gjørt uppgávurnar til skrivligu royndirnar í fólkaskúlanum

BLOKADAN

At uppgávur eru gjørdar til próvtøkurnar í fólkaskúlanum í summar, hóast Føroya Lærarafelag hevur sett í verk blokadu ímóti allari uppgávugerð, er ikki nakað sum fer aftur við borðinum uttan víðari. Í fyrstu syftu hevur Lærarafelagið hert blokaduna enn meiri til eisini at umfata rætting av uppgávum, og í øðrum lagi kannar felagið, hvussu felagið kann finna fram til, hvør hevur gjørt uppgávurnar.
- Nevndin hevur havt fund við sakførara felagsins um tað bakbit, føroyska læraranum hevur verið fyri, við at Mentamálastýrið í loyndum hevur fingið fólk at gera próvtøkutilfar til skrivligu fráfaringarroyndirnar, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna felagsins
Í hesum sambandi verður kannað, hvørja rættarstøðu felagið hevur viðvíkjandi almennum innliti, tá ið tað snýr seg um at fáa at vita, hvør hevur gjørt uppgávurnar, og hvør hevur fingið goldið fyri uppgávugerð. Nevnd felagsins arbeiðir víðari við málinum og fer at kunna føroysku fakfeløgini og tey norðurlendsku lærarafeløgini um, hvat er hent í málinum.
Síðani 20. februar hevur blokadan hjá Føroya Lærarafelag eisini umfatað savnsrøkt. Tað vil siga, at lærarar skulu ikki at hava umsjón og røkt av amboðum um hendi, rudda høli, skáp, samskipa innkeyp av tilfari, fylgja við í, hvat vantar av tilfari og so framvegis. Stendur ein skúlin og vantar tilfar til næmingarnar at gera páskaprýði burturúr, forðar blokadan hesum, um skúlin ikki eigur slíkt á goymslu. Onki pappír, onki klistur, og ongar vattkúlur kunnu keypast, og ongin rekvisitión skal skrivast. Einasta, sum er undantikið, er dagligt innkeyp av tilfari til heimkunnleika, og vanlig upprudding eftir hvønn undirvísingartíma.
Hóast Mentamálastýrið hevur fingið til vega próvtøkuuppgávur, verður tað ikki sum at siga tað, at finna próvdómarar til at rætta uppgávurnar. Tað er ikki tænastuskylda at vera próvdómari til skrivligu fráfaringarroynd og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans. Tí noktar Føroya Lærarafelag limum felagsins at gera hetta arbeiðið.
Alt hetta er sett í verk, tí hvørki kommunurnar, Mentamálastýrið ella Fíggjarmálastýrið vilja gjalda fyri røkt av serhølum og amboðum.