Vil hava Amnesty International at seta kikaran á Føroyar

Sjálvstýrisflokkurin heitir á Amnesty International at kanna eftir um føroyingar halda tey grundleggjandi mannarættindini og tað ger flokkurin á altjóða mannarættindardegnum Í Føroyum mugu seta okkum spurningin, um Føroyar liva upp til kravið at øll menniskju eru eins nógv verd, og at øll menniskju hava rætt til eina virðiliga viðferð og eitt virðiligt lív.

Tað spyr Sjálvstýrisflokkurin í almennari áheitan á Amnesty International í dag.

Áheitanin er send í sambandi við, at tað er altjóða mannarættindadagur í dag og júst í dag eru tað 60 ár, síðan heimsins tjóðir skrivaðu undir heimsyvirlýsingina hjá ST um mannarættindi.

Og hetta høvi brúkar Sjálvstýrisflokkurin til at heita á Amnesty International at varpa ljós á støðuna hjá útlendingum í Føroyum og at støðuna hjá teimum føroyingum, ið hava útlendskan maka.

- Ein sjálvsagdur mannarættur er, at ein og hvør hevur rætt at velja sær hjúnafelaga. Men her eru ikki øll líka fyri lógini, tí tað er næstan ógjørligt hjá útlendingum uttanfyri norðurlond og ES at fáa arbeiðsloyvi her á landi og tað er samstundis ein fortreyt fyri at fáa uppihaldsloyvi í Føroyum, sigur flokkurin.

- Vit kunnu ikki góðtaka, at nógvir føroyingar og útlendsku makar teirra mugu flyta uttanlands, tí tey sleppa ikki at vera her.

- Mannarættindini siga, at menn og kvinnur, skulu uttan mun til ættarslag, tjóðskap ella átrúnað hava rætt at giftast og setast í búgv, og at húskið er tann natúrliga frumeindin í samfelagnum og hevur rætt til vernd av samfelag og landi.

- Ein annar bólkur eru teir 23 útlendingar, sum í 2000 komu til Føroyar og enn ikki fingið varandi uppihaldsloyvi, hóast tey uppfylla treytirnar.