Eystari landsrættur fór í morgun undir at viðgera málið um endurgjald fyri leingjanina a Vága Floghavn.
Tað er hagaparturin Ytri Suðurtriðingur, sum hevur kravt Vinnumálaráðið fyri endurgjald fyri mist hagalendi í samband við, at Vága Floghavn varð longd.
Kravið hjá hagapartinum var 20,6 milliónir krónur. Tvær metingarnevndir høvdu mett um kravið. Onnur metti at 71 krónur fermeturin var rættur prísur, meðan hin metti hagan hava rætt til 27 krónur. Talan er um góðar 193.000 fermetrar. Upprunaliga vildi Vinnumálaráðið einans rinda hagapartinum 340.000 krónur fyri ognartikna lendið.
Avgerandi fyri endurgjaldið er, um lendið skal flokkast sum vanligur hagi ella sum partur av bygdum øki, fevndur av eini byggisamtykt.
Dómur fall í Føroya rætti síðst í mars í fjør. Niðurstøðan var, at talan var um vanligan haga, og tí fekk hagaparturin 5,2 milliónir krónur í endurgjaldi, umframt 6,5 milliónir krónur fyri grótið. Talan er um 1,1 millión kubikk av gróti, sum er tikið úr haganum.
Hvørgin parturin var nøgdur við avgerðina hjá Føroya rætti. Vinnumálaráðið helt tað vera órímiligt, at tað mátti rinda bæði fyri lendið og fyri grótið, tikið úr lendinum, meðan hagaparturin Ytri Suðurtriðingur metti seg hava rætt til 71 krónur fermeturin og ikki tær 27 krónurnar, sum hann at enda fekk.
Tískil endaði málið í Eystara Landsrætti, sum viðger málið í dag og í morgin.
Les eisini Vinnumálaráðið dømt at gjalda 10,6 milliónir krónur.