TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við Fróða Benjaminsen, liðskipara hjá HB, aftaná 6-0 heimasigurin ímóti EB/Streymi í dag.
Fróði fegnast um góða sigurin, og leggur stóran dent á, at í HB vilja teir gera alt hvat teir kunnu fyri at vinna fjórða plássið, sum gevur atgongd til Europa League komandi kappingarár.
Í so máta heldur Fróði ikki, at nakar nevniverdur munur er á øðrum ella fjórða plássinum, tí í báðum førum verður talan um somu avbjóðing úti í Evropa.









