Vil byrja av nýggjum

Tíðindaleiðarin er klár at vaska talvuna reina og byrja av nýggjum

- Tað er týdningarmikið at hyggja frameftir og ikki aftureftir, so eg eri klár at fara aftur til arbeiðis. Vit eiga eisini at megna at leggja alt, sum hevur verið, afturum okkum.


Orðini eigur Liljan Weihe, ið fríggjadagin fekk endaliga staðfest, at hon enn er tíðindaleiðari í Kringvarpinum, tá Mentamálaráðið svaraði kæruni hjá henni viðvíkjandi uppsøgnini, ið hon fekk 21. desember.


Hóast nógv hevur verið skrivað og sagt um arbeiðsumhvørvið í Kringvarpinum, so er Liljan Weihe nú klár at vaska talvuna reina og byrja av nýggjum. Tað hava starvsfólkini í Kringvarpinum uppiborið, metir hon.


- Tað krevur ikki nógv av hvørki mær ella Johnny í Grótinum at lata hetta fara afturum og fáa eitt samstarv upp at koyra. Ikki fyri mína ella hansara skyld, men fyri Kringvarpið. Har eru 90 starvsfólk, ið kýta seg hvønn einasta dag. Fyri teirra skyld haldi eg, tað er týdningarmikið, at vit leggja hetta afturum okkum, vaska talvuna reina og byrja av nýggjum, sigur Liljan Weihe.


Til ber at lesa eina longri samrøðu við Liljan Weihe um avgerðina fríggjadagin, at verða reinsað fyri ákærur um illoyalitet og framtíðar samstarvið millum hana og leiðsluna í Kringvarpinum í mánadags-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið og á netinum.