Vil byggja 500 bústaðir afturat kring landið

Tað skal eisini ásetast við lóg, hvussu høga leigu ein útleigari kann krevja fyri ein bústað, heldur løgtingskvinna

Landsstýrið skal leggja lóg fyri Løgtingið um at seta ferð á bústaðarbyggingina kring landið.

 

Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, sum er sjálvdrátti í Løgtinginum. Og nú hevur hon lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at Landsstýrið skal gera eitt uppskot um, hvussu farast skal fram fyri at seta ferð á bústaðarbygngina kring landið.

 

– At hava ein sámiligan bústað er ein rættur, sum allir íbúgvar landsins eiga at hava, og samfelagið eigur at taka uppgávuna at útvega fleiri bústaðir í nógv størri álvara, heldur hon

 

Hon sigur, at eitt, sum er neyðugt, er, at Bústaðir byggir íbúðir runt um í landinum, soleiðis at eisini smærri pláss fáa bygt íbúðir. Men samstundis sum at vit skulu byggja fleiri bústaðir, skal tað eisini verða lagaligari hjá leigarum at leiga ein sámiligan bústað. Tí eigur spurningurin um íbúðarstuðul at vera tikin fram, men tað eigur eisini at verða ásett, hvussu høg leiga kann krevjast fyri ein bústað.

 

– Tað, at útleigarar kunnu leiga út 50.000 krónur skattafrítt um árið, og einans rinda 25 prosent í skatti av leigu omanfyri hetta, ger, at tað er rímiligt, at loft verður sett á leigu, so at órímiligir prísir ikki vera kravdir fyri leigu, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Hon sigur, at tað ber til at áseta nøkur saklig krøv um, hvussu nógv kann krevjast í leigu. Eitt nú kundi leigan verðið sett eftir støddini, aldurin á bústaðnum, hvørjum standi hann er í, um hann er umvældur nýliga, og hvar bústaðurin er. Eisini kann eitt loft á leiguna forða fyri, at ein býlisstuðul einans verður broyttur til at hækka leiguna hægri leiguna

 

Sjálv heldur Sonja Jógvansdóttir, at endamálið skal vera, at um fá ár skulu 500 bústaðir verða bygdir afturat teimum, sum longu eru í umbúna, og samstundis skulu eisini kommunur sleppa at byggja bústaðir. harafturat skulu kommunur fáa heimild til at leggja eitt serligt gjald á bústaðir, sum ikki verða brúktir, og at áseta bústaðarskyldu fyri tey, sum eiga hús.