Eyðgunn Samuelsen er í morgun vald forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, og hon er væl nøgd við sín nýggja leiklut í flokkinum. Eyðgunn Samuelsen hevur nú tikið sætið hjá John Johannesen, sum forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.
-Eg vil gera mítt fyri at bjarga flokkinum úr hesari kreppuni, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon staðfestir, at hon ikki er vónbrotin um, at hetta gjørdist hennara partur av køkuni, nú innanhýsis politiska telvingin í Javnaðarflokkinum er um at verða av. Eftir er tó størsta telvingin av øllum ? hvør skal verða formaður í Javnaðarflokkinum.
Eyðgunn Samuelsen vil ikki gera nakra viðmerking til, um hennara nýggi leiklutir samstundis útilokar hana sum kandidat til formanssessin.
-Tað týdningarmikla er, at vit øll lyfta í felag, og fáa Javnaðarflokkin til tað, sum hann eigur at verða, staðfestir Eyðgunn Samuelsen.