Vil Bill Justinussen avtaka næstakærleikan?

Svar til greinina “Ryggbrotið samfelag”

Gunnar Isfeld, lesandi

Bill málbær seg sera skelkandi 14. desembur í Sosialinum. Hann nevndi fleiri ferðir næstakærleika, men hvørja ferð setti hann hesa kardinaldygd í kristindóminum í eitt ringt ljós. Í staðin undirstrikaði hann gudsóttan. Altso er óttin fyri Gudi tað sentrala fyri Bill! Òttin fyri Gudi og óttin fyri útheiminum: alheimsgerðin, minnilutar, tolsemi! Ja alt nýtt.
Kærleikin er sostatt nakað vit mugu ansa eftir. Sambært Bill (og floksfelagum? – vóni tað ikki). Vit mugu, um vit fylgja logikki Bills, ansa eftir, at vit ikki vísa “yvasomum” bólkum okkara høgtvirdað næstakærleika, tí “hini” hava ikki sama hugburð!? Eiga tey ikki kærleika?
Hetta næstakærleikaBOÐ, sum stendur í Gamla Testamenti, øllum evangeliunum (beinleiðis ella óbeinleiðis) og Paulus tekur eisini hetta boð fram í sínum brøvum. Hetta boð vil Bill Justinussen síggja stórt uppá og heldur leggja dent á tað meira autoritera hugtakið: óttan. Jamen so livdi Jesus til onga nyttu!
Og so roynir Bill at sverta altjóðagerðina til. Hvør var tað, sum áheitti sínar lærusveinar, at teir skuldu gera øll fólk til lærusveinar sínar? Var hetta ikki tað fyrsta ella í øllum førum tað størsta stiðið fram ímóti eini alheims- ella altjóðagerð, sum heimurin hevur sæð?

Alheimurin, Islam og Europa
Bill tekur, sum so nógv onnur í síðstani, eisini Danmark fram, sum eitt “ræðandi” dømi, har tolsemi og næstakæeleikin hevur fingið ov fríar teymar(!). Eitt nú islamofobiin skínir her ígjøgnum. Ja tað eru nógv, sum halda tað, at kristindómurin ikki er sterkur nokk við sínum næstakærleika til at standa ímóti einum slíkum átrúnaði sum islam. Her má eg líka koma við nøkrum fakta: Europa, Norður- og Suðuramerika, Afrika og Australia hava kristindóm sum majoritetsátrúnað! Og Ásia hevur eins nógvar hinduistar og næstan eins nógvar buddistar sum muslimar. Ja sjálvt tann síðsti heimsparturin, Antarktis, er domineraður av kristnum tjóðum!
Einaferð var Europa tó meiri merkt av hóttan frá einum islamskum imperii: Osmanniska Turkaland. Hesir turkar høvdu Balkan-hálvoynna undir sær í 500 ár, tó eru muslimar bert ein lítil minniluti, og hava altíð verið tað, her á hesari hálvoyggj.
Ein kundi eisini nevnt Spania í Miðøld, har arabarar vóru í fleiri hundrað ár. Tað eg vil við hesum er bert hetta: antin eru hesir muslimar nógv mildari enn nógv fólk í dag vilja vera við, ella er kristindómurin nógv sterkari enn fólk sum Bill vilja vera við.
Men sjálvandi: í Miðøld var kristindómurin nógv sterkari, tí tá spældi óttin – gudsóttin – ein nógv størri leiklut, og Pávin stýrdi, fólk kendu sítt pláss osfr. Ikki so?
Nei altóða-/alheimsgerðin er ein tilgongd sum er í gongd, og sjálvandi er tað upp til tær einstøku tjóðirnar, hvussu skjótt og hvussu nógv tær vilja takast uppí hesa tilgongd, men at steðga henni ella ignorera hana, tað er eftir mínum tøkki burturvið. Og um ein tjóð er kristin, so haldi eg, at júst næstakærleikin, meira enn óttin, er ein stak góð dygd at fara inn í alheimin við.

Eitt samfelag bygt á og sum praktiserar næstakærleika er ikki “ryggbrotið”.
Næstakærleiki er ikki ein veikleiki.
Kærleiki er altíð ein styrki. Tann størsta styrkin í longdini.