Tað er liðin ein mánaði, síðan Sulaiman al-Fahim keypti enska fótbóltsfelagið Portsmouth, men longu nú vil hann selja aftur. Al-Fahim hevði lovað at tveitt 400 milliónir krónur í kassan hjá Portsmouth, sum er í fíggjarligum trupulleikum, men okkurt bendir á, at al-Fahim ikki hevur pengarnar til hetta. Tí er líkt til, at hann fer at selja stóran part av felagnum aftur beinanvegin.