Vikuskifti fyri hjún í Skálavík

Næsta vikuskiftið skipar Kirkjuliga Heimamissiónin skipar fyri einum vikuskifti fyri hjún í hugnaligum umhvørvi í Deplinum í Skálavík

Skeiðið er skipað soleiðis, at tað er bæði læruríkt og viðkomandi, eins og fleiri evni verða viðgjørd, sum t.d. avbjóðingar í hjúnalagnum, mansins hjarta, samskifti og mong onnur evni, ið eru viðkomandi fyri eini hjún.

Tey, sum hava hesar evnistímar eru: Jónfríð og Jørmund Foldbo, Sigrun og Leo-Hans Mikkelsen og Vagn Foldbo. Á skránni verður eisini annað til gamans og álvara, bæði fyri kvinnur og menn.

- Stórur dentur verður lagdur á, at tað skal vera tíð til hvønn annan og til góðan felagsskap, sigur Marjan Nielsen, ið er barna- og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini.