Hetta vikuskiftið var 14. umfar. Tað varð farið undir tað hóskvøldið, tá ið HB vann 6-0 á heimavølli ímóti TB, og tað varð rundað av í gjár, tá ið Víkingur vann 4-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur, og tá ið KÍ á heimavølli vann 4-0 ímóti ÍF. Fríggjakvøldið vann NSÍ undirhaldandi, intensiva og spennandi grannauppgerð ímóti B68 4-3, og leygarkvøldið vann B36 tryggan 4-0 sigur á útivølli ímóti EB/Streymi.
Tað eru spælarar úr fimm teimum fremstu, sum manna liðið hesaferð. KÍ eigur tríggjar spælarar, Víkingur eigur tríggjar spælarar, HB eigur tveir spælarar, B36 eigur tveir spælarar, og NSÍ eigur ein spælara.
KÍ málverjin Mathias Brinch Rosenørn helt í gjár málið reint fyri sjeyndu ferð á rað. Hann er tryggur og álitisvekjandi, og hóast tað sjáldan eru boð eftir honum, so er hann alla tíðina púra klárur, um tað skuldu verið boð eftir honum.
Í 3-4-3 spælskipan eru tríggir veteranar í verjuketuni – Atli Gregersen, Odmar Færø og Bartal Wardum.
Á miðvøllinum er Benjamin Heinesen í høgru. Leygarkvøldið var hann í meiri framrættaðari ódn, enn hann plagar at vera, og hann stóð seg væl í spælinum og skoraði eitt mál. Liðfelagi hansara Hugin Samuelsen var eisini í meiri framrættaðari ódn, enn hann plagar at vera, og hann var sannførandi og skoraði tvey mál.
Og so eru tað liðfelagarnir Sølvi Vatnhamar og Olaf Bárðarson. Sølvi var framúr í gjár. Hann umsetti brotsspark til mál, og hann legði upp til fleiri mál. 17 ára gamli Olaf Bárðarson er evnaríkur sum fáur, og nú er hann fastur maður hjá Víkingi. At leggja merki til eru teir tríggir víkingarnir á liðnum hesaferð. Atli Gregersen er 39 ára gamal veteranur, Sølvi Vatnhamar er 35 ára gamal og framvegis ein av týdningarmiklastu spælarunum á liðnum hjá Víkingi og eisini á landsliðnum, og so er tað 17 ára gamli Olaf Bárðarson, sum longu hevur verið á U-19 landsliðnum, og sum ivaleyst skjótt fer at fáa boð at vera við á U-21 landsliðnum. Tað leggja avrikini hjá honum í Víkingi – ikki minst í gjár – upp til.
Við hattrikkið hóskvøldið lyfti Mikkel Dahl seg heilt upp á máltindin. Hann er toppskjútti við 12 málum. Merkisvert er miðaltalið hjá danska álopsspælaranum, sum fyri einum ári síðani flutti til Føroya og HB. Higartil hevur hann spælt 29 dystir, og hann hevur skorað 26 mál.
Saman við Mikkel Dahl eru í fremstu røð Boris Dosljak hjá KÍ og Petur Knudsen hjá NSÍ. Dosljak hevur ikki verið fastur maður seinastu ferðirnar. Tað var hann í gjár, og hann takkaði fyri og skoraði tvey tey fyrstu málini. Petur Knudsen er á veg av landinum at spæla fótbólt. Hann segði – fyribils í hvussu so er – farvæl við heimaáskoðararnar í Runavík fríggjakvøldið, tá ið hann skoraði tvey mál í grannauppgerðini ímóti B68.
Hetta var 14. umfar, men burtursæð frá KÍ og NSÍ so hava hini liðini ikki spælt 14 men 13 dystir. Tað kemst av, at fýra dystir í 12. umfari vórðu útsettir, tá koronan fyrst í mánaðinum gjørdi um seg. Teir eru ásettir at vera mikudagin 18. august.
Okkara boð upp á liðið eftir 14. umfar er hetta:
Mathias Brinch Rosenørn, KÍ – Atli Gregersen, Víkingur, Odmar Færø, KÍ, Bartal Wardum, HB – Benjamin Heinesen, B36, Hugin Samuelsen, B36, Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Olaf Bárðarson, Víkingur – Boris Dosljak, KÍ, Mikkel Dahl, HB, Petur Knudsen, NSÍ
Næsta vikuskifti fer landskappingin í summarfrí. Fríggjakvøldið vera tveir dystir í 15. umfari: ÍF – Víkingur og B36 – KÍ. Leygardagin vera tveir dystir: 07 Vestur – NSÍ og TB – EB/Streymur. Europaluttøkan hjá HB er orsøk til, at tað ikki verður fyrr enn týskvøldið um eina stóra viku, at síðsti dysturin í 15. umfari – B68 – HB – verður. So verður møguleiki at lesa nýtt boð upp á liðið á in.fo.











