Viktor Orban vil ikki stuðla Ukraina hernaðarliga

- Eg haldi, at Ungarn mistekur seg, og eg eri ikki einsamallur um at halda tað. Tað hevði verið betur, um øll ES-lond vóru samd um at stuðla Ukraina, sigur svenski forsætisráðharrin

Á toppfundinum í Brüssel í gjár millum stjórnar-og ríkisleiðarar í ES sýtti forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, sum stendur russiska forsetanum nær, at undirskriva eina felags Ukraina-yvirlýsing. Soleiðis var Ungarn einasta limaland av tilsamans 27, sum ikki undirskrivaði yvirlýsingina.

 

ES hevur víst Ukraina stóran stuðul í stríðnum móti russiska hersetingarvaldinum.

 

Á toppfundinum í gjár varð eisini skotið upp, at ES letur 800 milliardir evrur til verju av Evropa. Støðan er órógvandi, nú ymiskar útmeldingar koma úr USA, eftir at Donald Trump aftur hevur tikið við forsetaembætinum.

 

Hin einasti, sum ikki tekur undir við at stuðla Ukraina hernaðarliga í krígnum móti russiska hersetingarvalinum, er forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, sum heldur, at meira stuðul til ukrainsku verjuna bara leingir kríggið.

 

Millum forsætisráðharrarnar sum harmast um støðuna hjá Viktor Orban mótvegis Ukraina, er svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sum kortini ikki er ovfarin av støðuni hjá Ungarn.

 

- Eg haldi, at Ungarn mistekur seg, og eg eri ikki einsamallur um at halda tað. Ungarn hevur vetorætt, og hendan brúkar landið. Tað hevði verið betur, um øll ES-lond vóru samd um at stuðla Ukraina, sigur svenski forsætisráðharrin.

 

Men, hóast Ungarn ikki vil stuðla Ukraina hernaðarliga, tekur forsætisráðharrin, Viktor Orban, undir við, at Nato-lond brúka meira pening til verju.

 

- Ætlanin hjá ES ger tað møguligt at styrka verjuna av Evropa munandi við stórum keypum av hernaðarútgerð, og hetta verður eisini ein fyrimunur fyri Ukraina, sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen.

 

Lesið eisini hesa greinina í VG, Verdens Gang - https://www.vg.no/nyheter/i/nyPeno/eu-toppene-holder-krigsraad-ett-land-stritter-imot?utm_source=vgfront&utm_content=hovedlopet_row49_pos1&utm_medium=dre-67c9bf2038c1e6a70514e133