Viktor Orban og hansara floksfelagar møttu ikki

Tað gongur striltið hjá Svøríki at fáa limaskap í Nato. Nú er tað bara Ungarn, sum liggur í buktini.

Í USA er tey vónsvikin av, at ætlaða atkvøðugreiðslan í tjóðartinginum í Ungarn um svensku Nato-umsóknina í dag varð avblást. Tað sigur Vedant Patel, sum er talsfólk fyri amerikanska uttanríkisráðið. 

 

Útlendskir miðlar vita í kvøld at siga, at forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban og flokkur hansara, Fidesz, sum hava meirilutan í tjóðartinginum, møttu ikki til fundin, sum andstøðan hevði kallað inn til.

 

Fidesz krevur, at svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, skal koma til ungarnska høvuðsstaðin, Budapest, áðrenn tjóðartingið góðkennir svensku umsóknina um Nato-limaskap.

 

Ulf Kristersson hevur sagt, at hetta er ikki neyðugt, tí hann hittir javnan Viktor Orban í øðrum samanhangi, og tí hevur hann ikki hildið tað verið neyðugt at farið til Ungarn at fundast.

 

Nú er Ungarn einasta landið í Nato, sum ikki hevur góðkent svensku umsóknina um limaskap. Long tíð skuldi ganga, áðrenn turkiska tjóðartingið góðtók, at Svøríki kann gerast limur í Nato.

 

Fyri at eitt land skal gerast limur í verjusamgonguni, krevst, at øll verandi limalond eru samd um upptøku. Finnland gjørdist í fjør Nato-limaland nummar 31.

 

Svøríki og Finnland søktu samstundis um upptøku, men enn hevur tað ikki eydnast Svøríki at gerast limur. Vónir vóru annars um, at ein avgerð fór at fella í tjóðartinginum í Ungarn hesa vikuna.