Víkingur vann seinnapartin 2-1 á heimavølli ímóti B71. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Eftir lítlari løtu, tá ið umleið eitt korter var farið, skoraði Víkingur tvey mál. Rani Hansen setti hol á, tá ið hann fyri 10. ferð í ár var málskjútti á næstbesta liðnum hjá Víkingi. Harvið er hann saman við Finni Justinussen, sum nú bara er á listanum hjá besta liðnum, toppskjútti hjá Víkingi.
Tríggjar minuttir seinni økti 18 ára gamli Áki Magnussen um munin til 2-0. Hann skoraði eisini fyri einari viku síðani, tá ið Víkingur vann 3-1 á heimavølli ímóti Undrið FF, og nú hevur hann higartil í ár skorað trý mál á næstbesta liðnum.
12 minuttir undan steðginum minkaði B71 um munin. Málskjútti var Jónas Warner, sum nú hevur skorað fimm mál í næstbestu deildini higartil í ár.
Hetta var fjórða ferðin á rað, at víkingarnir fóru av vøllinum við fullari úrtøku. Síðani ólavsøku hevur B71 í fimm dystum vunnið fýra stig.
Víkingur er á triðja plássi við 36 stigum. Víkingur er eitt stig frammanfyri Undrið FF, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn Víkingur.
B71 er á sætta plássi við 28 stigum.
Um eina viku fer B71 at spæla á heimavølli ímóti HB, og tá fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti NSÍ.