Fyri kortum váttaði Karl Løkin fyri in.fo, at hann gevst í danska felagnum Næstved. Síðani hava gitingarnar verið um hvar hann endar. Nú tykist Víkingur verða besta boðið.
Les eisini: Tí gevst Karl Løkin í Næstved
Sum skilst, so er áhugði í Víkingi at fáa Karl Løkin, um prísurin er rættur. Víkingur hevur fyrr meldað úr, at felagið ikki rørir upp á seg á spælaramarknaðinum, men sum støðan er í løtuni, so er møguleiki fyri at Karl Løkin legst afturat.
Víkingur vísti eisini áhuga fyri Heina Vatnsdal, men tann áhugaðin er ikki til staðar longur. Havandi í huga støðuna hjá flestu feløgunum í Føroyum, so hevur Víkingur góð kort á hondini.
Fyrr í vetur skifti Høgni Madsen eitt sindur óvæntað til FC Suðuroy, sum helst ikki var hansara fyrsta val. Men tá flestu feløgini hava brúkt tað, sum fíggjarætlanin loyvir, so er ikki pláss fyri fleiri spælarum.
NSÍ og ÍF eru tvey av fyrrverandi feløgunum hjá Karli, men sum skilst, so er ikki pláss fyri nýggjum spælarar har. B36 meldar pass, HB hevur meldað út, at felagið skal brúka sínar egnu, og KÍ og AB eru væl mannaði á miðvøllinum.
Eftir er so Víkingur, sum í vetur misti Hall Hansson til Vendsyssel. Felagið boðaði frá, at tað fór bara eftir einum góðum spælara, um tað plássið skuldi fyllast. Karl Løkin kann blíva tann maðurin, men bara um prísurin er rættur ljóðar úr Víkingi.










