Víkingur skal vinna

(Kykmyndir) Ella er kreppan fullkomin, sigur Atli Gregersen undan steypadystinum móti Eliesar Olsen og Skála

Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið verða í morgin. Í Gøtu tekur Víkingur móti Skála í eini av tveimum Effo-deilds uppgerðum.

 

Víkingur hevur bara fingið eitt stig í trimum dystum í landskappingini higartil. Tað er ikki nøktandi og liðskiparin hjá Víkingi er heldur ikki í íva um, at heimaliðið skal vinna dystin um tað ikki skal blíva kreppa í Víkingi.

 

Skálamenn hava onga ætlan um leggja kongin, hóast Víkingur er favorittur og Skála liggur aftast í landskappingini við ongum stigi.