Víkingur setti av álvara B68 uppá pláss

Trý mál vórðu skorað í fyrra hálvleiki, tá ið gestirnir á Svangaskarði vóru greitt omaná

Tað var eingin ivi, tá ið Víkingur í dag vann 4-0 á útivølli ímóti B68.

 

-Vit vóru omaná tað mesta av tíðini, og vit arbeiddu nógv. Spælið var ikki so flótandi, sum tað onkuntíð hevur verið, men tá ið vit øktu um munin til 2-0 og átta minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, kendist tað sum um, at vit av álvara høvdu tak á tí, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi. Hann átti stóran lut í 3-0 málinum, sum varð skorað í síðstu sekundunum í fyrra hálvleiki.

 

Martin Klein Joensen setti hol á, tá ið fimm minuttir vóru farnir. Tað var eftir framlegging frá Inga Jonhardsson til Martin Klein Joensen, sum sneiddi seg leysan í vinstru og smekkaði bóltin úr spískum og í máli. Gunnar Vatnhamar økti til 2-0 eftir deyðbólg, og so var tað, at Sølvi Vatnhamar royndi seg, og bólturin fór í málið.

 

Innskifti Aron Jarnskor Ellingsgaard staðfesti í síðstu løtu 4-0 sigurin. Tað var eftir innlegg frá Bárð J. Hansen. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 21 ára gamli Aron Jarnskor Ellingsgaard var málskjútti í bestu deildini.

 

Úrslitið ber við sær, at Víkingur hevur 12 stig fyri fimm dystir, og at B68 hevur fimm stig fyri seks dystir.

 

André Olsen er hjálparvenjari á Toftum:

 

-Vit eru vónbrotnir av okkara liðavriki í dag. Avrikini hava verið góð, og vit hava fleiri ferðir tapt tepurt. Úrslitið í dag vísir, at avrikið var ikki góðkent, og vit mugu avrika heilt øðrvísi, enn vit gjørdu í fyrra hálvleiki, um vit skulu hugsa um at vinna úrtøku, sigur B68 hjálparvenjarin André Olsen.