Víkingur Reykjavík spælir sannlíkt Conference League dyst í Keypmannahavn

UEFA sýtir Víkingi Reykjavík at spæla á Tórsvølli

Mynd: visir.is

13. februar skulu Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík spæla fyrru sekstandapartsfinaluna móti grikska liðnum, Panathinaikos í Conference League.

 

Talan er um heimadyst, men Víkingur sleppur ikki at spæla dystin á Kópavogsvøllin, har teir hava spælt heimadystirnar í bólkaspælinum. Fyrsta valið hjá Víkingi uttanfyri Ísland var at spæla dystin á Tórsvølli, men UEFA sýtir fyri, at nakað lið skal ferðast til Føroya í februar.

 

Sambært Vísir hevur leiðslan í Víkingi kanna møguleikarnar bæði í Oslo, Helsinki, Svøríki og Keypmannahavn, og sannlíkt er, at valið fellur á Keypmannahavn. 

 

Tað sum tó kann gerast ein trupuleiki er, at sama kvøld, 13. februar hevur FC Keypmannahavn heimadyst í somu kapping móti týska liðnum, Heidenheim.

 

Um løgreglan í Keypmannahavn ikki sær seg føra fyri at hava fólk tókt til tveir altjóða dystir í Keypmannahavn sama kvøld, so má Víkingur spæla dystin í einum øðrum býi. 

 

Víkingur vónar - sambært Vísir - skjótt at kunna kunngera endaliga heimavøllin til dystin móti Panathinaikos 13. februar.

 

 

 

Mynd: visir.is