Víkingur Reykjavík snávaði á heimavølli

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir megnaðu bert javnleik móti fjórðaftasta liðnum

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík tóku í kvøld móti fjórðaftasta liðnum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, KR á heimavølli á Víkingsvøllinum.

 

Hóast stóra favorittstøðu og fleiri málmøguleikar megnaði Víkingur bert javnleik 1-1 móti KR.

 

Mattias Vilhjálmsson legði Víking á odda tá bert seks minuttir vóru leiktir av dystinum. Sjey minuttir undan steðginum javnaði KR til 1-1, ið gjørdist endaliga støðan í dystinum.

 

Víkingur Reykjavík er framvegis oddalið við 27 stigum, men teir eru bert tvey stig frammanfyri Val og Breiðablik, ið bæði hava 25 stig.

 

Í annaðkvøld klokkan 20.15 taka Patrik og liðfelagarnir i Breiðablik móti Akranesi á Kópavogsvøllinum. Vinnur Breiðablik dystin vera teir fremst í deildini.

 

##med2##