Finalan í kappingini um Løgmanssteypið verður aftur í ár ímillum Víking og EB/Streym. Hetta er greitt eftir at tey bæði liðini sendu ávikavist NSÍ og KÍ úr hálvfinaluni í kvøld.
EB/Streymur gjørdist fyrsta lið í steypafinaluni, eftir at teir í kvøld vunnu 2-1 heima við Margáir ímóti KÍ. Fyrra hálvfinalan endaði við 1-1-javnleiki, og er EB/Streymur tískil í finaluni við samanløgdum 3-2-sigri.
Arnbjørgn Hansen legði heimaliðið á odda tá ið hálvur tími var leiktur, og beint áðrenn hálvleiksbríkslið økti Dánjal Davidsen til 2-0. Tá ið seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal fekk Sørmundur Á. Kalsø lív í aftur dystin, tá ið hann minkaði til 2-1. Hóast EB/Streymur og Arnbjørn Hansen áttu størsta málmøguleikan við at misnýta eitt brotsspark stutt undan leikloki, so var tað KÍ, sum hevði flestu málmøguleikarnar ímóti dystarenda og var um reppið at javna til 2-2, sum hevði sent KÍ í finaluna.
Á Svangaskarði, har NSÍ hevur sín fyribils heimavøll, endaði dysturin ímóti Víkingi við 1-1-janvleiki. Hetta ber við sær, at Víkingur er í steypafinaluni við samanløgdum 4-3-sigri. Bárður J. Hansen legði Víking á odda stutt áðrenn hálvleik, áðrenn Klæmint A. Olsen umvegis brotsspark javnaði til 1-1 tríggjar minuttir fyri leiklok. Hetta var ov knøpp tíð til at fáa eitt mál afturat, og er tað tískil verandi steypavinnararnir úr Víkingi, sum aftur í ár møta EB/Streymi í finaluni.
Steypafinalan verður leikt 24. august.
Sí beinleiðis frásøgnina niðanfyri:
NSÍ – Víkingur 1-1 (samanlagt 3-4) - liðugt
0-1: Bárður J. Hansen, 40.
1-1: Klæmint A. Olsen, 87. (br.)
Liðugt: Víkingur er í steypafinaluni umvegis 1-1-javnleiki í kvøld og samanløgdum 4-3-sigri!
90min.: Púra leysur við málverjanum skjýtur Finnur Justinussen bóltin beint framvið málinum.
87min.: NSÍ fekk tillutað brotsspark eftir at ein leikari hjá Víkingi hevði havt hondina á bóltinum í brotsteiginum. NSÍ-liðskiparin, Klæmint A. Olsen, var tryggur frá brotssparksblettinum og javnaði til 1-1. NSÍ tørvar nú bara eitt mál fyri at koma í steypafinaluna, men tíðin er knøpp.
75min.: Jens Joensen stútar mótvegis málinum, men Geza Turi stórbjargar royndini.
70min.: NSÍ vil fegið hava brotsspark, men dagsins dómari, Ransin N. Djurhuus, metir, at Jónhard Frederiksberg royndi at svika seg til brotsspark og gav honum gult kort.
67min.: Víkingur sleppur lættliga í álop og Finnur Justinussen smekkar til, men bólturin fer bæði við síðuna av og upp um málið.
65min.: Í løtuni hevur Víkingur fullkomið tamarhald á dystinum og tað skal nógv broytast, áðrenn NSÍ fær tey bæði málini, sum teir hava tørv á.
55min.: Víkingur leggur nú nógv fyri í royndini at verja um finaluplássið. Kaj Leo í Bartalsstovu hevur sæð gula kortið. NSÍ hevur sent Magnus H. Olsen á vøllin.
50min.: Víkingur, sum hevur Finn Justinussen einsamallan í álopinum, er framvegis omaná. Tað er serliga Jann Ingi Petersen, sum gongur á odda við skotroyndum og vendir spælinum á miðvøllinum.
46min.: Eingin útskifting er framd í hálvleikinum.
Hálvleikur: Víkingur er á odda 1-0, nú teir eru farnir at hvíla seg á Svangaskarði.
40min.: MÁÁÁÁÁL! 0-1 til Víking! Trýstið hjá Víkingi hevur nú givið úrslit. Høgri bakkurin, Bárður J. Hansen, var komin væl framvið og fekk gott skot á bóltin, sum endaði í málinum.
35min.: Risa møguleiki til Víking! Finnur Justinussen varð spældur rættiliga leysur, men skotroynd hansara fór hálvan metur framvið málinum.
30min.: Leikararnir hjá Víkingi hava verið ónøgdir við, at Jann Ingi Petersen ikki fekk brotsspark. Løtu seinni royndi Jann Ingi seg eisini við skoti, sum Kristian Joensen tó bjargaði.
20min.: NSÍ hevur yvirvág í leikbýtinum, men enn hevur eingin nevniverdur málmøguleiki verið.
10min.: Framvegis eingin málmøguleiki á Svangaskarði.
5min.: Ein varin byrjan upp á dystin, har Víkingur hevur havt lítla yvirvág fyrstu løtuna.
Undan dystinum: NSÍ, sum fyribils hevur sín heimavøll á Svangaskarði, hevur fyri neyðini at fáa mál í kvøld eftir at Víkingur vann fyrru hálvfinaluna 3-2. Sjálvsálitið hjá báðum liðunum er eftir øllum at døma gott í løtuni, nú bæði NSÍ og Víkingur vunnu sín dyst í landskappingini um vikuskiftið. NSÍ megnaði við tveimum málum seint í dystinum at vinna 3-2 ímóti liðnum á næstfremsta plássinum, ÍF, meðan Víkingur vann 2-1 ímóti kreppurakta KÍ í Klaksvík.
Byrjunaruppstillingar
NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Andras B. Vágsheyg, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Andy Olsen – Jann Martin Mortensen – Klæmint A. Olsen
Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling D. Jacobsen, Hanus Jacobsen – Jann Ingi Petersen, Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu - Filip Djordjevic – Finnur Justinussen
..........
EB/Streymur – KÍ 2-1 (samanlagt 3-2) - liðugt
1-0: Arnbjørn Hansen, 29.
2-0: Dánjal Davidsen, 45.
2-1: Sørmundur Á. Kalsø, 55.
Liðugt: Eftir ein sera hendingarríkan enda er EB/Streymur í steypafinaluni umvegis 2-1-sigur ímóti KÍ.
92min.: KÍ leggur stórt trýst á, men EB/Streymur verjir fyri. At kalla allir leikararnir eru í brotsteiginum, har KÍ leggur trýstið.
91min.: Hjalgrím Elttør roynir seg við góðum skoti, men René Tórgarð bjargar. KÍ trýstir
90min.: Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir afturat.
89min.: Nú er av álvara lív í! EB/Streymur fekk tillutað brotsspark, men Meinhardt Joensen bjargaði brotssparkinum hjá Arnbirni Hansen.
85min.: Risa møguleikar til KÍ! Eftir trunkaspæl beint við mállinjuna var tað næstan ótrúligt, at KÍ ikki fekk javnað til 2-2.
78min.: Hans Pauli Samuelsen, sum hevur gult kort og fingið enn eina átalu, er nú útskiftur. Í hansara stað er Niels Pauli B. Danielsen komin.
75min.: EB/Streymur leggur nógv fyri í at verja finaluplássið. Hetta hevur kostað gul kort til Hans Paula Samuelsen og Rógva E. Nielsen.
70min.: Kristoffur Jakobsen er komin á vøllin fyri Heðin Klakstein.
60min.: Gunnar Zachariassen er komin á vøllin fyri Leif Niclasen.
55min.: MÁÁÁÁÁL! KÍ hevur minkað til 2-1! Sørmundur Á. Kalsø hevur minkað um munin til 2-1 og nú er KÍ við aftur í dystinum. Teir eru lívgaðir nógv og leggja trýst á EB/Streym fyri at fáa útjavnandi málið. Um dysturin endar 2-2, so verður tað KÍ, sum kemur í finaluna eftir regluni um útivallarmál.
53min.: Eftir frálíkt mótálop fekk Arnbjørn Hansen góðan málmøguleika, men KÍ-verjuleikari vardi fyri skotroyndini.
52min.: EB/Streymur hevur lagt betur fyri í seinna hálvleiki og nú skulu skjótt aðrir bollar í suppuna, um KÍ skal hava nakran møguleika at koma í finaluna.
48min.: Ein væl upplagdur Leif Niclassen roynir seg við góðum skoti, men Meinhardt Joensen bjargar bóltinum út til hornaspark.
Hálvleikur: Málgevandi stútarin hjá Dánjali Davidsen gjørdist seinasta bóltnertingin í fyrsta hálvleiki. Teir eru nú farnir at hvíla seg og KÍ-venjarin, Eyðun Klakstein, fær úr at gera við at fáa menn sínar inn aftur í dystin.
45min.: MÁÁÁÁÁL! 2-0 til EB/Streym! Hóast KÍ hevur leikliga yvirvág, so er tað EB/Streymur, sum hevur økt til 2-0. Levi Hanssen legði hornaspark innfyri málið, har Dánjal Davidsen var hægstur og stútaði bóltin í netið til 2-0.
35min.: KÍ roynir at endurvinna trýstið og svara aftur. Eftir trunkaspæl beint frammanfyri málið hjá heimaliðnum var tætt við, at KÍ javnaði, men René Tórgarð fekk fatur á bóltinum.
29min.: MÁÁÁÁÁL! 1-0 til EB/Streym! Gert Hansen sendi innlegg innfyri málið og har var bróðurin Arnbjørn Hansen á blettinum og legði EB/Streym á odda 1-0.
25min.: Risa møguleiki til EB/Streym! Eftir hornasparksinnlegg stútar Dánjal Davidsen bóltin beint upp um málið.
23min.: Hans Pauli Samuelsen roynir seg við skoti úr 20 metrum og bólturin fer upp um málið.
22min.: Ónøgdin er at hóma ímillum heimamenninar og tað er framvegis KÍ, sum trýstir. Teir hava tó framvegis ikki tilspælt sær nakran stóran málmøguleika.
17min.: EB/Streymur hevur framvegis eitt verjukent útgangsstøði og dúvar upp á mótálop. Hjá KÍ eru tað serliga teir báðir, sum sótu á beinkinum seinasta dyst, Hjalgrím Elttør og Ivan Joensen, sum eru eyðsýndir.
14min.: Nú vil KÍ eisini upp í part hvat málmøguleikum viðvíkur. Álvur F. Christiansen roynir seg við vinstra beini, men René Tórgarð bjargar lættliga.
13min.: Fyrsti málmøguleikin hevur nú verið, og hendan átti EB/Streymur. Skjótt spæl endaði við, at Levi Hanssen, royndi seg við skoti, men Meinhardt Joensen bjargaði.
7min.: EB/Streymur hevur eitt verjukent útgangsstøði og KÍ hevur megnað at lagt trýst á sundalagsmenn frá dystarbyrjan. Enn hevur tó eingin málmøguleiki verið.
5min.: KÍ hevur verið omaná fyrstu løtuna og hevur tiltuskað sær eitt hornaspark. Einki spurdist burturúr hesum og enn eru liðini nakað varin.
Undan dystinum: Hjalgrím Elttør er ikki longur liðskipari hjá KÍ. Venjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein, hevur givið Atla Danielsen liðskiparabandið til dystin í kvøld. Gunnar Christiansen er vrakaður á høgra bakki eftir at hava havt plássið trygt hetta kappingarárið. Avloysari hansara er Johan Jacobsen.
Byrjunaruppstillingar
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Dánjal Davidsen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen - Levi Hanssen, Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam – Hans Pauli Samuelsen (78. Niels Pauli B. Danielsen) Arnbjørn Hansen, Leif Niclasen (60. Gunnar Zachariasen)
KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Á. Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Álvur Christiansen, Atli Danielsen, Ivan Joensen, Heðin Klakstein (70. Kristoffur Jakobsen) Hjallgrím Elttør – Páll A. Klettskarð