Víkingur koppaði øllum á høvdið

1. DEILD: Hóast heimaliðið á Argjum var frammanfyri við tveimum málum, so fóru gestinir til hús við sigrinum

Hetta var fimti dysturin á rað í næstbestu deildini, at Martin Klein Joensen var millum málskjúttarnar. Hesir dystirnir hava allir verið í mai mánað, og hann hevur í teimum skorað seks mál. Umframt tað hevur hann í sama tíðarskeiði skorað tvey mál í bestu deildini

Fyri sjeyndu ferð á rað fóru teir næstbestu hjá Víkingi í dag av vøllinum uttan at hava tapt. Síðani Víkingur 13. apríl tapti 2-1 á heimavølli ímóti Skála, hevur úrtøkan verið seks sigrar og ein javnleikur – 1-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy.

 

Í dag var talan um útsettan dyst frá fimta umfari, nú AB hevði vitjan av Víkingi.

 

Tað sá annars væl út hjá argjamonnum í fyrra hálvleiki, tá ið teir síðstu lítlu løtuna undan steðginum skoraðu tvey mál og vóru frammanfyri 2-0. Ragnar í Skála skoraði fyrra málið eftir sending frá Símini Hansen, og Teitur Debes Olsen økti til 2-0 eftir sending frá Bartali Skaalum Petersen.

 

Hetta var fyrsta málið hjá Teiti í næstbestu deildini í næstan tvey ár. Hann hevði ikki skorað síðani 27. Juni í 2019, tá ið hann umboðaði EB/Streym og skoraði sigursmálið, tá ið EB/Streymur vann 1-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Skála.

 

Sjey minuttir eftir steðgin vóru argjamenn óhepnir at gera sjálvmál, og so fekk Víkingur av álvara fatur á rætta endanum. 20 minuttir undan leikloki javnaði Sveinur Justinussen til 2-2 eftir sending frá Regini Jensen, og fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað víkingum at skora sigursmálið. Málskjútti var Martin Klein Joensen, sum beinanvegin eftir steðgin varð skiftur inn. Hetta var fimti dysturin á rað í næstbestu deildini, at Martin Klein Joensen var millum málskjúttarnar. Hesir dystirnir hava allir verið í mai mánað, og hann hevur í teimum skorað seks mál. Umframt tað hevur hann í sama tíðarskeiði skorað tvey mál í bestu deildini, so tað ber ikki til at siga annað, enn at hann er ógvuliga málsøkin. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at hann sjáldan er á vøllinum allan dystin á tamb.   

 

AB vann sjey hornaspørk, og Víkingur vann fýra hornaspørk. AB hevði 24 royndir á og framvið málinum hjá Víkingi, og víkingarnar høvdu 11 royndir á og framvið málinum hjá AB. Heimaliðið er skrásett fyri níggju stórar málmøguleikar, og Víkingur er skrásettur fyri tríggjar stórar møguleikar.

 

Men tað var Víkingur, sum vann 3-2, og nú er Víkingur á øðrum plássi við 26 stigum – tvey færri enn toppliðið Skála – og AB er á fimta plássi við 16 stigum. Víkingur hevur spælt 12 dystir, og AB hevur spælt 11 dystir.

 

Um eina viku skal AB spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy. Næsti dystur hjá Víkingi verður 12. juni, tá ið tað verður toppdystur á Skála.

 

Hetta var fimti dysturin á rað í næstbestu deildini, at Martin Klein Joensen var millum málskjúttarnar. Hesir dystirnir hava allir verið í mai mánað, og hann hevur í teimum skorað seks mál. Umframt tað hevur hann í sama tíðarskeiði skorað tvey mál í bestu deildini