- Vit fingu at vita, at vit kundu ikki rokna við at sleppa heim fyrr enn í fyrsta lagi leygarkvøldið, og tað hevði so merkt, at vit høvdu verið heima í mesta lagi tveir fullar dagar, áðrenn vit skuldu avstað aftur. So vit slóu av at fara heim ímillum, sigur Sigrfíður Clementsen, venjari hjá Víkingi.
Men tað er sjálvandi ikki bara sum at siga tað, tí partvís kostar tað at vera burtur so leingi, og partvís skulu praktiskir lutir fáast upp á pláss, ikki minst at fáa leikarunum frí frá arbeiði.
- Felagið hevur verið óført í so máta, og vit eru nú í einum slag av venjingarlegu her í Vildbjerg á Jútlandi, sigur Sigfríður Clementsen.
Talan er um eina venjingarmiðstøð við góðum fasilitetum stutt uttan fyri Herning.
- Vit valdu staðið, tí umstøðurnar eru sera góðar, og so tann veruleika, at vit skulu flúgva til Rumenia úr Billund komandi týsdag, sigur Sigfríður Clementsen.
So heimferðin verður í staðin til eina lítla venjingarlegu, men tað vóru spælararnir við upp á. So fyrireikingarnar til dystin móti Petrolul kunnu verða optimalar.
- Eg kenni einki serligt til liðið annað, enn hvat eg havi sæð á Eurosport. Tað er ein ríkmaður, sum fyri nøkrum árum síðani keypti liðið, og ætlar at byggja tað upp. Teir hava ein kendan leikara, Adrian Iliu og venjarin er somuleiðis ein kendur fyrrverandi leikari, sigur Sigfríður Clementsen.
Hann fegnast um sterka sigurin á Inter Turku, tí finskur fótbóltur er eitt stig oman fyri føroyskan.
- Rumenskur fótbóltur er so eitt ella tvey stig oman fyri tann finska, so vit vita, hvat vit kunnu vænta okkum. Tá føroyskur fótbóltur bjóðar seg til í Europa, so er altíð vandi fyri, at fáa ein avsmurning upp á eini 5 til 6-0, og tað hendir, um vit ikki raka dagin og teir gera. Hinvegin er eisini altíð møguleikin fyri sensatiónini, og hvør skal siga, at hon ikki kann koma tveir dystir á rað, heldur enn um trý ár, sigur Sigfríður Clementsen.
Hann sigur, at kanningin um matchfixing, sum UEFA hevur sett í verk, ávirkar einki leikarar ella onnur við tilknýti til Víking.
- Hatta hevur einki við okkum at gera. Hatta er ein kanning, ið UEFA hevur sett í verk orsakað av, at óvanliga nógv var spælt upp á skorandi javnleik, og so ta sannroynd, at dómarin dømdi tvey brotsspørk. Meira er ikki í tí, sigur Sigfríður Clementsen.