Víkingur góðtekur ikki uppskot hjá FSF

Víkingur heldur ikki, at UEFA milliónirnar skulu deilast millum øll feløgini

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag, er samrøða við formannin í Víkingi, Brand Jacobsen. Hann tekur ikki undir við samhaldsskipanini, sum fótbóltssambandið hevur lagt fram fyri feløgini.

 

– Pengarnir eru til at brúka í samband við dystirnir í Evropa, sigur formaðurin í Víkingi, sum er felagið, ið hevur staðið seg best í Evropa seinnu árini.

 

Argumentini eru fleiri, men staðfestingin er, at Brandur Jacobsen og Víkingur ikki eru sinnaðir at lata tey 15 prosentini av UEFA pengunum, sum FSF leggur upp til, til ein grunn, ið síðani deilir pengarnar víðari millum hini føroysku feløgini.

 

Les alla samrøðuna í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum.

Sosialurin kann keypast á netinum via at trýsta HER