Víkingur fekk fullan pott móti TB hetta kappingarárið

TB megnaði ikki at skora móti Víkingi hetta kappingarárið

Seinasta triðingin av kappingini í Betrideildini hjá monnum fara vit at taka samanum hvussu tað hevur gingist í teimum trimum dystunum liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum.

 

Víkingur fekk fullan pott móti TB hetta kappingarárið, níggju stig. Tó var TB í tí triðja dystinum, ið var leiktur ígjár sera nær við at tryggja sær ein 0-0 javnleik, men eitt brotsspark sum tvørámenn ikki metti var brotsspark koppaði dystin til Víking.

 

Víkingur skoraði 10 mál móti TB hetta kappingarárið. Sjey av hesum 10 málunum vóru skotin í tí fyrsta dystinum. TB megnaði ikki at skora móti Víkingi hetta kapingarárið.

 

Víkingur-TB 7-0 (1-0) - 1. apríl

 

TB-Víkingur 0-2 (0-1) - 6. august

 

Víkingur-TB 1-0 (0-0) - 20. august 

 

Kelda: FaroeSoccer