Síðsts bríkslið í 14. umfari hevur verið á Svangaskarði, har B68 í kvøld hevði vitjan av Víkingi. Úrslitið var 3-1 sigur til Víking, sum harvið hevur styrkt um sína støðu á triðja plássi. Hálvleiksstøðan var 2-0. Bæði málini í 1. Hálvleiki vóru skorað eftir lítlari løtu, tá ið eitt korter var farið. Málskjúttar vóru Bárður Hansen og Hallur Hansson.
Spenningur kom í aftur miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið Jonleif Højgaard minkaði um munin eftir innlegg úr høgru frá Óla H. Olsen og til handara stólpa.
Toftamenn høvdu hug at bjóða av, og teir høvdu bóltin nógv, meðan Víkingur vardi og dúvaði upp á kontra møguleikar. Dysturin varð avgjørdur, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Íslendski dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tá ið Heðin Hansen varð togaður niður í gjøgnumbroti í høgru, og Hanus Jacobsen umsetti brotssparkið til mál, og harvið var tað avgjørt, at Víkingur vann 3-1.
Eftir 14. umfar hevur Víkingur 25 stig. Tað eru fýra stig fram til HB og næstfremsta plássið, og tað eru fýra stig aftur til NSÍ á fjórða plássi. Fríggjakvøldið fær Víkingur vitjan av HB.
Tapið í kvøld ber við sær, at B68 nú saman við Skála er undir niðurflytingarstrikuni, og at AB er omanfyri strikuna. Fríggjakvøldið fær AB vitjan av B68.
14. umfar
NSÍ-ÍF 2-2
KÍ-EB/Streymur 3-1
HB-B36 2-2
Skála-AB 0-0
B68-Víkingur 1-3
Støðan
B36 34
HB 29
Víkingur 25
NSÍ 21
KÍ 20
EB/Streymur 19
ÍF 17
AB 10
B68 9
Skála 6
15. umfar
Fríggjadagin 27. juni
Víkingur-HB
Skála-KÍ
NSÍ-EB/Streymur
B36-ÍF
AB-B68
-------------------
LIÐUGT
1-3
90) 1-3
89) 1-3
Lítli beiggin Gunnar Vatnhamar hevur loyst stóra beiggjan Sølva Vatnhamar av á Víkinga liðnum.
85) 1-3
Eftir fínt álop í vinstru og flatt innlegg frá Hanusi Jacobsen rakk Bjarki Johannesen akkurát at stýta bóltin út til horna, áðrenn Bárður Hansen skuldi seta hann í netið.
Remi Langgaard er komin inn á B68 liðið í staðin fyri Bjarka Johannesen.
80) 1-3: Hanus Jacobsen br 79.
So man fara at vera tungt hjá B68 at svara aftur. Íslendski dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tí hann metti, at vinstri vongverjin hjá B68, Bjarki Johannesen, hevði hildið Heðini Hansen hjá Víkingi eftir framlegging frá Halli Hansson. Hanus Jacobsen setti úr ellivu metrum bóltin mitt í málið, tá ið Kristian Joensen tveitti seg til vinstru fyri seg sjálvan.
Bjarki Johannesen hjá B68 sær gult.
75) 1-2
Bæði liðini spældu mikukvøldið hálvfinalu í steypakappingini. Men tað sæst ikki enn, at spælararnir eru farnir av møðast.
Bestu royndina síðstu løtuna hevði Mads Rosenberg hjá B68, tá ið hann eftir innlegg úr høgru stútað iímóti málinum, men Geza Turi bjargaði.
71) 1-2
Hallur Hansson hjá Víkingi hevur sæð gult. Tað sá hann fyri at fella Andrias á Líknargøtu, sum við ferð var um at sneiða seg inn um Víkinga verjuna.
68) 1-2: Jónleif Højgaard 68.
Nú er spenningur komin í aftur á Toftum. Eftir innlegg úr høgru og til handara stólpa rann Jonleif Højgaard í bóltin, og úr 15 metrum smekkaði hann bóltin framvið Geza Turi.
62) 0-2
Víkinga spælararnir eru fyri tað mesta aftarlaga á vøllinum. Teir bíða eftir B68. Hóast toftamenn eru nógv á bóltinum, so gongur illa at bróta ígjøgnum tøttu Víkinga verjuna. Víkingarnir eru vandamiklir, tá ið teir fara í mótálop.
57) 0-2
Støðan er framvegis 2-0 til Víking í góðveðrinum á Svangaskarði, har tað eru nógvir áskoðarar.
Leikgongdin síðani steðgin hevur verið rættiliga jøvn, og talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
HÁLVLEIKUR
0-2
B68 hevur síðsta korterið undan steðginum verið væl við. Jonleif Højgaard hevði risa møguleika, tá ið hann royndi seg, men Geza Turi stórbjargaði.
18) 0-2: Hallur Hansson
Eftir fína fríspæling frá Finni Justinussen hevur Hallur Hansson økt um Víkinga leiðsluna.
Víkingur er omaná, men B68 hevur havt stórar møguleikar. Eitt nú var Jonleif Højgaard í góðari støðu, men Geza Turi bjargaði.
15) 0-1: Bárður Hansen
Víkingur hevur lagt seg framum á Svangaskarði. Hallur Hansson átti sera fínu sendingina til vongverjan í høgru Bárð Hansen, sum setti bóltin framvið Kristian Joensen.
Hákun Edmundsson hjá B68 hevur átt størsta møguleikan, men hann fekk ikki rættiligt skot á bóltin úr sera góðari støðu, og so bjargaði Geza Turi.
10) 0-0
1) 0-0
Tað er íslendskur dómari á Svangaskarði, har fyrsta bríkslið hevur verið millum B68 og Víking, sum hevur Sølva Vatnhamar á framrættaðum miðvallarplássi.
B68-Víkngur kl. 19.00
Dómari: Erlendur Eiriksson úr Íslandi
B68: Kristian Joensen – Kristian Anton Andreassen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Bjarki Johannesen – Andrias á Líknargøtu, Hákun Edmundsson, Jann Ingi Petersen, Mards Rosenberg – Jonleif Højgaard, Óli H. Olsen
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson - Heðin Hansen, Finnur Justinussen, Philip Djordjevic
---
Tað endaði málleyst á Skála, har AB vitjaði í kvøld. Úrslitið ber við sær, at AB nú hevur tíggju stig. Harvið hava argjamenn lyft seg fram á 8. plássið. Hetta var sætti javnleikurin hjá Skála, sum framvegis ikki hevur vunnið fulla úrtøku.
B68 hevur møguleika at taka 8. plássið aftur í kvøld. Fyrsta bríksl á Svangaskarði var klokkan 19, og støðan er 1-0 til Víking.
LIÐUGT
0-0
3 minuttir lagdir aftrat.
90) 0-0
Jákup Johansen hjá Skála misnýtir fríspark úr góðari støðu.
87) 0-0
AB hevur hug at leggja trýst á, meðan leikluturin hjá Skála er at dyrgja eftir skjótum mótálopum. Skála hevur fyri lítlari løtu síðani bjargað á strikuni!
83) 0-0
Sera væl upplagdi Edvin Jacobsen hjá Skála er vandamikil fyri AB verjuna.
80) 0-0
Jóan Símun Edmundsson er farin av vøllinum. Leivur Holm Joensen er settur inn í miðverjuna, og Sorin Anghel er fluttur fram í álopið. Jóan Símun fer beinleiðis í skiftirúmið.
Pauli G. Hansen er farin av Skála liðnum, og Karstin Justesen er komin inn.
75) 0-0
Pauli G. Hansen hjá Skála hevur sæð gult fyri fríspark. Enn hevur einki verið at sæð til risa møguleikan, sum ivaleyst skal til fyri at fáa mál.
Mikkjal T. Hentze er komin á vøllin í staðin fyri Bárð Olsen hjá AB.
65) 0-0
Nú er AB greitt omaná. Argjamenn hava havt bóltin í Skála málinum. Eftir fríspark stýrdi Jóan Símun Edmundsson bóltin í málið, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu.
Jóan Símun Edmundsson hevur sæð gult eftir nærdyst við Paula G. Hansen. Nærdystirnir eru tættari og fleiri nú, enn teir annars hava verið.
60) 0-0
Sorin Anghel hjá AB hevur sæð gult eftir fríspark ímóti Jákupi Johansen, sum var um at sneiða seg framvið fleiri mótstøðumonnum.
55) 0-0
Skála hevur skift nýggjan mann inn. Í staðin fyri skadda Jákup Jacobsen er Ólavur Mikkelsen komin á vøllin. Holgar Durhuus er farin aftur á vongverjan, og Ólavur er framrættaður í høgru.
Skála hevur lagt bragdliga fyri, og fleiri ferðir hevur talan verið um næstan støður eftir innlegg.
HÁLVLEIKUR
0-0
Tølini lýsa væl gongdina. Dagsskráin er fyrst og fremst at halda tætt í verjuni. Tað hava bæði liðini megnað tey fyrru trý korterini.
45) 0-0
40) 0-0
Eftir Skála fríspark brestur bólturin í síðunetið. Tað verður meiri lagt fyri í verjupartinum enn í álopinum. Høgri vongverji hjá Skála Jákup Jacobsen er farin skaddur av vøllinum.
35) 0-0
Hvørki liðið hevur higartil megnað at spæla seg til upplagdan málmøguleika fyrrenn júst nú, tá ið Jóan Símun Edmundsson royndi seg eftir samanspæl við væl upplagda Magnus Egilsson. Skála málverjin bjargaði til horna.
30) 0-0
AB kennist tiltuska sær leikliga yvirvág¸men higartil hevur tað ikki verið heilt vandamikið, tí neyvleikin í innleggunum hevur ikki verið nóg góður.
25) 0-0
Tað er serliga í sambandi við long innkøst, at talan er um vandamiklar støður.
20) 0-0
Tað er framvegis málleyst í góðveðrinum á Skála. Higartil hevur eingin upplagdur møguleiki verið. Bæði liðini leggja størri dent á verjupartin, enn tey gera í at leypa á.
15) 0-0
AB hevur vunnið fyrsta hornasparkið úr høgru. Bárður Olsen leggur í tveimum umførum innfyri, og AB heldur góða løtu tørn um álopið, uttan at nakað spyrst burturúr.
10) 0-0
Tað er javnt og friðarligt, og higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
5) 0-0
Líkindini eru sera góð. Merkisvert er tað, at veteranurin Pauli G. Hansen aftur er á sentrala Skála miðvøllinum
Skála-AB kl. 17.30
Dómari: Lars Múller
Skála: Mark Ryutin - Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Edvin Jacobsen, Andras Frederiksberg, Pauli G. Hansen – Holgar Durhuus, Brian Jacobsen, Jákup Johansen – Brian Jacobsen
AB: Heðin Stenberg – Jonas Stenberg, Sorin Anghel, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Hørður Mohr, Bárður Olsen, Kári Nielsen – Magnus Egilsson, Dion Splidt, Jóan Símun Edmundsson
----