Víkingur er steypavinnari í stórum stíli

Úrslitið var 2-0 ímóti EB/Streymi, sum ongantíð megnaði at fóta sær

Annað árið á rað hevur Víkingur vunnið løgmanssteypið, og annað árið á rað hava teir í Eysturkommunu vunnið steypakappingina eftir finalu ímóti EB/Streymi.

 

Hesin sigurin var hópin meiri sannførandi, enn hann var tað í fjør. Tá endaði tað við umdysti og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at Víkingur hevði vunnið.

 

Soleiðis var tað ikki í kvøld. Áðrenn 1. hálvleikur var hálvrunnin, hevði Víkingur lagt seg framum 2-0, og síðani var tað meiri ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at verða heldur enn, um tað fór at eydnast EB/Streymi at svara aftur.

 

Liðavrikið hjá Víkingi var sannførandi, og tað vóru nógvir spælarar, sum vóru sera eyðsýndir. Ikki minst í verjupartinum var avrikið gott, og í framrættaða partinum vóru ikki minst Jann Ingi Petersen og Filip Djordjevic eyðsýndir.

 

Bæði málini vóru skorað eftir uppspæl í vinstru og innlegg útfrá. Í fyrra førinum var tað Finnur Justinussen, sum skoraði, og í seinna førinum var tað Sølvi Vatnhamar, ið av brotsteigarmarkinum og umvegis tvørtræið sendi bóltin í málið.

 

Hjá EB/Streymi var hetta dagurin, tá ið alt liðið so at siga kendist vera skeivt upp á bein. Longu áðrenn 10 minuttir vóru farnir, noyddist Arnbjørn Hansen skaddur av vøllinum. Tá hevði hann við skoti av brotsteigarmarkinum sent bóltin á tvørtræið. Tað gekk illa at spæla seg til málmøguleikar, og í verjupartinum var liðið ikki so væl skipað, sum tað ofta hevur verið.

 

Serliga í 2. hálvleiki spældi Víkingur í tí stíli, sum EB/Streymur annars er kent fyri at spæla. EB/Streymur noyddist at spenna álopsbogan alt meiri, og tá ið høg innlegg vórðu oyst í brotsteigin, var tað barnamatur hjá Geza Turi, Atla Gregersen, Erlingi Jacobsen og øllum hinum víkingunum.

 

Hetta er triðja ferðin, at Víkingur vinnur steypafinalu ímóti EB/Streymi. Fyrru ferðirnar vóru í 2009 og í 2012.

 

Kaj Leo Hol Johannesen, løgmaður, handaði steypið, og hesa ferð var tað Víkinga málverjin Geza Turi, sum vegna Víking fekk heiðurin at taka ímóti steypinum.

 

 

LIÐUGT

2-0

 

 

Filip Djordjevic tiltuskar sær horna, tá ið hann úr vinstru roynir við skoti, sum René Tórgarð bjargar til horna.

 

90) 2-0

5 minuttir eru lagdir aftrat.

 

88) 2-0

EB/Streymur fær einki burturúr longu innkastunum hjá Pæturi Dam Jacobsen, og Víkingur man ikki kenna stórvegis trýst á sær. Í einstøkum førum er tað tætt við, at tað eydnast víkingunum at spæla seg ígjøgnum í skjótum mótálopum.

 

85) 2-0

Sølvi Vatnhamar liggur skaddur á vøllinum. Hann verður borin út, og í hansara stað er komin Hans Jørgen Djurhuus.

 

82) 2-0

Hans Pauli Samuelsen hevur roynt seg av brotsteigarmarkinum, men bólturin fór væl við síðuna av málinum hjá Geza Turi.

 

80) 2-0

Víkingamiðverjarnir hava lætt spæl. Setningurin er at rudda burtur, tá ið EB/Streyma spælararnir leggja høg innlegg í brotsteigin. Har standa Atli Gregersen og Erling Jacobsen seg væl.

Jann Ingi Petersen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Sverri Jacobsen.

 

76) 2-0

EB/Streymur er meiri á bóltinum, og tað eydnast at leggja bóltin innfyri, men tað kennist ongantíð at vera vandamikið.

 

73) 2-0

Pætur Dam Jacobsen hevur roynt seg við skoti av brotsteigarmarkinum, men bólturin fór omanfyri málið. Rógvi Egilstoft Nielsen er komin inn í staðin fyri Leif Niclasen.

 

71) 2-0

Nú er Egil á Bø alla tíðina millum teir fremstu, og harvið er álopsbogin spentur hjá EB/Streymi.

 

69) 2-0

Víkingarnir eru vandamiklir í skjótum álopum, og Filip Djordjevic og Jann Ingi Petersen eru eyðsýndir.

 

67) 2-0

Sølvi Vatnhamar hevur sæð gult fyri at fella Gunnar Zachariasen. Egil á Bø hevur hug at ota seg fram á vøllin í deyðbóltsstøðum og eisini onkra aðra ferð.

 

66) 2-0

Niels Pauli Danielsen kemur inn á EB/Streyma miðvøllin í staðin fyri Arnar DDam. Talan er um framrættaða útskifting.

 

64) 2-0

Víkingur hevur verið tætt við eftir horna í høgru, men René Tórgarð bjargaði.

 

61) 2-0

Hans Pauli Samuelsen tykist eitt sindur darvaður av skaða. Hóast EB/Streymur síðstu løtuna hevur havt bóltin meiri enn mótstøðuliðið, so tað einki, ið bendir á, at dysturin skal koppa.

 

59) 2-0

Tað kennist ikki at vera tyngdin, broddurin og hugflogið í EB/Streyma liðnum, sum er alneyðugt, um tað skal eydnast at svara aftur.

Finnur Justinussen hjá Víkingi hevur sæð gult fyri fríspark.

 

57) 2-0

Tað kennist sum um, at EB/Streymur er skeivt upp á bein. Tað er ikki EB/Streymur, men Víkingur, sum dúvar upp á skjót mótálop.

 

54) 2-0

Víkingur hevur havt risa møguleika at økja um leiðsluna. Í skjótum mótálopi varð Kaj Leo í Bartalsstovu púra blankur eitt sindur í høgru, men í evstu løtu fór bólturin eitt vet ov langt frá honum. Jann Ingi Petersen var púra blankur í hinum borðinum!

 

 

50) 2-0

Víkinga útskiftingin skal síggjast í ljósinum av, at Sigfríður Clementsen vil styrkja um vinsta verjuborð, tí tað er har, at EB/Streymur søkir mest at.

 

 

46) 2-0

Kaj Leo í Bartalsstovu er komin inn á Víkingaliðið í staðin fyri Dánjal Paula Lervig. Harvið er Hanus Jacobsen farin aftur á vinstra vongverjan, har hann oftast hevur spælt. Nú er Sølvi Vatnhamar sentralur miðvallari, og Kaj Leo og Djordjevic eru síðuspælarar.

 

----

Teir eru farnir at hvíla seg á Tórsvølli, og tað eru teir í EB/Streymi, sum hava mest at tosa um, áðrenn tað verður farið undir 2. hálvleik. Víkingur er frammanfyri 2-0, og EB/Streyma menninir hava fyri tað mesta verið um ein háls.

Frá fyrsta bríksli hava teir ljósabláu verið nógv grammari. Teir hava havt bóltin væl meiri, og teir hava dugað sera væl at pakka lyklaspælararnar hjá EB/Streymi inn. Ikki fyrr enn síðstu løtuna undan steðginum hevur Hans Pauli Samuelsen havt høvi at gera um seg, og sjálvandi var tað ógvuliga harmuligt fyri EB/Streym, at Arnbjørn Hansen noyddist at fara av vøllinum longu, áðrenn tíggju minuttir vóru farnir.

 

----

 

HÁLVLEIKUR

2-0

 

 

45+1) 2-0

Leif Niclasen tiltuskar sær horna, og eftir innleggið bjargar Geza Turi meistarliga, tá ið Hans Pauli Samuelsen roynir seg við fínum fløtum skoti.

 

45) 2-0

2 minuttir lagdir aftrat 1. hálvleiki.

 

44) 2-0

Tað er okkurt spinnandi galið í, hvussu verjuparturin hjá EB/Streymi er skipaður. Tað snýr seg ikki bara um aftastu ketuna, men eisini um at miðvøllurin ikki megnar at fáa tak á mótstøðumonnunum, sum eru sera væl upplagdir.

 

41) 2-0

Jann Ingi Petersen hjá Víkingi hevur sæð gult fyri at standa fyri, tá ið EB/Streymur ætlaði at gera skjótt av í sambandi við fríspark.

Hanus Jacobsen hevur eftir skjótálop smekkað bóltin av brotsteigarmarkinum og upp um málið.

 

39) 2-0

Tað er eingin ivi um, at eisini á áskoðaraplássunum eru Víkingarnir omaná. Tey ljósabláu standa og hoppa og syngja, meðan tað ikki er so sannførandi millum teir stríputu áskoðararnar.

 

36) 2-0

Víkingarnir eru greitt omaná, og EB/Streyma menninir renna aftaná. Tað bar nú við sær, at Pætur Dam Jacobsen gjørdi fríspark ímóti Hanusi Jacobsen í miðkringinum. Tað luktaði av gulum, men Rúni Gaardbo tók ikki kortið úr lummanum.

 

34) 2-0

Levi er á fótum aftur.

 

33) 2-0

Enn eina ferð hevur Víkinga álop verið vandamikið. Filip Djordjevic spældi Bárð Hansen í høgru, hann streyk til baklinjuna, men eingin var at stýra bóltin í málið, tá ið Bárður legði innfyri.

Levi Hanssen liggur skaddur á vøllinum.

 

30) 2-0

Tað ræður um hjá EB/Streymi fyrst og fremst at halda tætt í verjuni og at dúva upp á skjótar umstillingar. Um Víkingur økir um leiðsluna undan hvíldini, so verður ballið buðið áðrenn hálvleik!

 

28) 2-0

Víkingur hevur greiða yvirvág. Nú hevur Bárður Hansen lagt innfyri úr høgru, men úr góðari støðu við handara stólpa sendi Atli Gregersen við høvdinum bóltin omanfyri tvørtræið.

 

27) 2-0

Tað skinklar av álvara í EB/Streyma verjuni, sum nú aftur hevur verið tætt við at økja um leiðsluna, men Egil á Bø bjargaði út til horna.

 

26) 2-0

Risa møguleiki til Víking í kontra eftir EB/Streyma horna, men Erling Jacobsen sendi av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til vinstru langt við síðuna av málinum.

 

25) 2-0

Víkingarnir hava alla tíðina verið meiri tendraðir enn mótstøðumenninir, og teir hava fingið úrtøku burturúr báðum støðunum, sum hava verið vandamiklar.

 

22) 2-0

Víkingarnir eru øgiliga bragdligir og trýsta mótstøðumenninar longu langt frammi á vøllinum. Víkingur hevur rættuliga sett seg á mótstøðuliðið.

 

20) 2-0: Sølvi Vatnhamar 19.

Tað gongur javnt á í spælinum, men í málum er tað Víkingur, sum er greitt omaná. Eftir fínt uppspæl í vinstru, har Filip Djordjevic og Dánjal Pauli Lervig vóru sentralir, hevur Sølvi Vatnhamar við skoti av brotsteigarmarkinum og umvegis tvørtræið økt um leiðsluna.

Mótbrekkan hjá EB/Streymi er nú øgiliga brøtt!

 

14) 1-0: Finnur Justinussen 14.

Filip Djordjevic vinnur nærdyst í vinstru við Marna Djurhuus, degur til baklinjuna og leggur upp á tvørs til Finn Justinussen, sum leggur bóltin dygst út við handara stólpan. Stórur fagnaður í Víkinga leguni.

 

12) 0-0

Teir eru eitt sindur misnøgdir á EB/Streyma beinkinum, at tað tekur so langa tíð at fáa Gunnar á vøllin, men nú er hann skiftur inn.

 

9) 0-0

Eftir framlegging tuskaði Arnbjørn Hansen eftir bóltinum, og tað var heilt týðuligt, at vøddaskaðin í baklærinum gjørdi seg galdandi. Arnbjørn fer av vøllinum, og Gunnar Zachariasen ger seg kláran at verða skiftur inn í EB/Streyma álopið.

 

5) 0-0

Eftir framlegging í høgru frá Pæturi Dam Jacobsen legði Levi Hanssen flatt innfyri. Arnbjørn Hansen var fyrstur á, og bólturin brast í tvørtræið, áðrenn hann fór út til málspark!

 

2) 0-0

Filip Djordjevic roynir seg eftir framlegging, men bólturin fer upp um málið.

 

1) 0-0

EB/Streymur leggur ógvusliga fyri, og í næsta álopi svarar Hanus Jacobsen hjá Víkingi aftur við góðum skoti.

 

Tað er dýrdarveður í høvuðsstaðnum, har tað í hesi løtu er klárt at brísla fyri fyrstu ferð í ársins steypafinalu ímillum EB/Streym og Víking.

 

Tjóðsangurin er júst nú spældur, væl uppløgdu áskoðararnir og spælararnir sungu við, og nú heilsar løgmaður saman við umboðum fyri FSF upp á spælararnar.

 

Víkingur-EB/Streymur kl. 19.45

Dómari: Rúni Gaardbo

 

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Sølvi Vastnhamar, Sam Jacobsen, Hanus Jacobsen, Jann Ingi Petersen, Filip Djordjvevic – Finnur Justinussen

 

 

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Dánjal Davdsen – Leif Niclassen, Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Levi Hanssen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn Hansen