Víkingur er favorittur í stórsteypadystinum

Fýra altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum Víking og HB

Í morgin klokkan 16.30 byrjar stórsteypadysturin hjá monnum á Tórsvølli. Dysturin er millum verandi meistararnar, Víking og verandi steypavinnararnar, HB.

 

Televarpið vísir dystin, og FM1 sigur frá dystinum.

 

Fýra altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava eina greiða favorittstøðu til Víking.

 

Oddsini upp á Víkinga-sigur liggja millum 1,50 og 1,55.

 

Oddsini upp á HB-sigur liggja millum 5,00 og 5,40.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,00 og 4,33.


HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##