Viking stig í fyrsta dystinum

Jóan Símun Edmundsson var ikki í hópinum, tá Viking Stavanger í kvøld spældi sín fyrsta dyst í landskappingini. Fyrrverandi Manchester United framherjin, Erik Nevland, bjargaði Viking annað stigið við máli stutt fyri tíð.

 

Føroyski landsliðsframherjin arbeiður framvegis við at venja seg við nýggja felagið og var ikki í hópinum, sum Åge Hareide tók við sær til Sandnes Stadium. Sandnes Ulf kom á odda tvær ferðir, men Henri Anier og Erik Nevland javnaðu báðu ferðir fyri gestirnar.

 

Hetta er fyrsti dysturin í kappingarárinum. Fyrrverandi felagið hjá millum annað Kurt Mørkøre, Juliani Johnsson og Hans Fróða Hansen, Sogndal, liggur fremst eftir ein 4-0 sigur á Odd Grenland. Rosenborg, Molde og Vålerenga vunnu eisini sínar dystir um vikuskiftið og hava fult stiga tal.

 

Komandi dysturin hjá Viking er móti Odd Grenland á heimavølli 1. apríl.