Minnast Elvis
Hósdagin vóru 35 ár liðin síðani Elvis Presley doyði. Tað var tann 16. august í 1977, at boðini bórust um deyða hansara. Hevði The King of Rock ’n’ Roll livað í dag, so var hann 77 ára gamal. Uttanfyri heimstað hansara, Graceland, vóru 75.000 fólk savnaði fyri at minnast mannin. Í samband við runda dagin hevur verið sokallað Elvis vika, eitt minningartiltak, har tiltøk av ymsum slagi hava verið. Eitt av heilt stóru tiltøkunum var konsertin á sjálvum ársdegnum, har Elvis Presley, umvegis video-upptøkur, kom á pallin og framførdi, meðan tónleikarar, ið hava spælt saman við honum gjøgnum tíðirnar, spældu afturvið.
Ljóðmaðurin var í Føroyum
Ljóðmaðurin hjá svensku poppstjørnuni Veronicu Maggio, 58 ára gamli sviin Tom Hofvander, doyði mánamorgunin, eftir at hann datt úr bussinum, sum hann og bólkurin hjá Veronicu Maggio koyrdu við, eftir at hava spælt á Skanderborg Festivalinum í Danmark. Veronica Maggio skuldi spæla á G! í summar, men kom ongantíð vegin fram, tí veðrið loyvdu tí ikki. Hinvegin kom Tom Hofvander og restin av bólkinum hjá Maggio til landið. Hofvander var eisini við at gera ljóðroynd til konsertina, sum skuldi vera á sandinum í Syðrugøtu fríggjakvøldið 20. juli.
Van Persie tørnar til fyri United
Hollendski landsliðsleikarin Robin van Persie hevur skift eitt reytt felag út við eitt annað, nú hann er farin frá Arsenal til Manchester United. Fjepparar hjá reyðu devlunum mugu tó bíða tolnir til vikuskiftið er av, áðrenn teir síggja vandamikla áleyparan tørna til fyri felagið, tí Manchester United skal ikki í eldin fyrr enn mánakvøldið, tá teir vitja hjá Everton.
Spice Girls saman aftur
Olympisku leikirnir endaðu sunnukvøldið við einum ordans braki. George Michael, Annie Lennox, Queen, The Who, Take That og mong onnur framførdu, men hæddarpunktið hjá teimum, eru miðskeiðis í 20-nunum mundi vera, tá Spice Girls framførdu. Allar fimm vóru tær á palli, Sporty, Ginger, Scary, Baby og Posh Spice, til stóra frægd fyri fjøldina. Victoria Beckham hevur annars sagt nei fleiri ferðir, tá fyrispurningur hevur verið frammi um, at Spice-diddurnar skulu finna saman aftur, men til OL-endabrakið var øðrvísi.
Nýggj Dagur & Vika
So er fyrsta vikan við nýggju útgávuni av Degi & Viku farin aftur um bak. - Heldur enn at hava fleiri høvuðssøgur, so fara vit at leggja okkum eftir at hava eina høvuðssøgu við fleiri vinklum. Somuleiðis ynskja vit at fáa meiri ferð á sendingina, og gera tað heila eitt sindur spískari enn áður, sigur Liljan Weyhe, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya
Sveinur var fyrstur
Sveinur Gaard Olsen var fyrstur av X-Factor finalistunum í seinastu sjónvarpskappingini hjá DR at geva fløgu út. Fløgan er komin á marknaðin í Føroyum, men enn ikki komin á danska marknaðin, men tað kemur hon seinni. Fløgurnar hjá hinum finalistunum, Line og Ida, lata framvegis bíða eftir sær.