Vestmenningar greiddu sín setning uttan stórvegis roks, tá teir í dag vitjaði í Klaksvík. Talan var um tryggan sigur til oddaliðið, sum nú kann byrja at fyrireika seg til FM-finaluna.
Sigurin ber við sær, at VÍF nú er tvey stig framman fyri KÍF, men fyri tað er oddasessurin ikki tryggur. Millum oddaliðini er KÍF nevnliga betri í innanhýsis uppgerðunum, og tí verður tað KÍF, sum eigur heimavøllin í eini møguligari triðu finalu, um kollfirðingar vinna seinasta heimadystin, sum er móti H71.
Team Klaksvík-VÍF 24-40 (14-20)









